Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Føroya akvarium í Klaksvík


Skrivað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 10.02.2017 - 13:57

Lýsing Lýs her...

Røða hjá løgtingskvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, í samband við uppskot um at gera Føroya akvarium í Klaksvík.

Hetta uppskotið er um at byggja eitt akvarium í Klaksvík. Eitt rættiligt, landsfevnandi akvarium - Føroya Akvarium.

Hetta skal verða eitt byggilistarligt , prýðiligt akvarium á einum attraktivum øki. Og skal verða til gleði fyri okkara land.

Eitt tílíkt prýðiligt akvarium mangla vit so sanniliga í Føroyum í dag.

Sjálvt fiskimálaráðharrin sigur í bókini “vi der er færinger” v/Jan Cortzen, at tað er ein skandala, at eitt slíkt ikki langt síðani er bygt í Føroyum.

...................

Tað eru ­­nú longu fleiri ár síðani at Føroya Sjómannadagur sá dagsins ljós. Í samband við sjómannadagin blivu kør við livandi fiskum sett upp á Havnaøkinum - Hetta bleiv sera væl móttikið av bæði børnum og vaksnum, og fólk komu aðrastaðni frá - bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum.

Tá varð haft á orði, at vit áttu at havt eitt rættiligt akvarium í Klaksvík.

Ikki tí, hetta tosið ella hugskotið var ikki nakað nýtt undir sólini. Tí longu í 1980´unum, tá miðbýarætlanin bleiv gjørd fyri Klaksvík, var sama hugsskoti eisini frammi.

Men nú haldi eg, at vit kunnu ikki bíða meira..... nú skal handlast.

Er tað nakað, sum hevur haft týdning fyri Føroyar, so er tað fiskurin. Hann hevur haft avgerandi týdning fyri lív ella deyð í Føroyum, síðani fólk á fyrsta sinni búsettust her.

Í dag koma 95 prosent av okkara útflutningsinntøku frá fiski. Fiskurin kastar sostatt milliardir av sær til okkara samfelag og rindar fyri okkara skúlaverk, heilsuverk, samferðslu, umsiting, ja so gott sum alt.

Tað er einki minni enn ein stór ansøgn, at júst ein fiskivinnutjóð sum Føroyar ikki hevur eitt rættiligt akvarium.

Hví í Klaksvík ?

Ja, hví skal Føroya akvarium liggja í Klaksvík?

Hví skal eitt landsdekkandi akvarium liggja í Klaksvík?

Sjálv haldi eg, at tað er onki meira nátúrligt enn, at tað júst liggur í Klaksvík, tí tað er identitetur í, at Føroya akvarium skal liggja í Klaksvík.

Identitetur

Krígssavnið í Vágoynni. Her er identitetur í, tí tað var mest í Vágoynni undir seinna heimsbardaga. 8-10.000 hermenn vóru har og flogvøllurin bleiv gjørdur.

Í Havnini er Tjóðpallur Føroya, Listasavn Føroya og Norðurlandahúsið. Tað er nátúrligt at hesi liggja í Havnini.

Í Klaksvík er sera nógv fiskivinna. Og Klaksvík verður mangan róptur fiskivinnuhøvuðstaður. Klaksvík er størsta einstaka staðið í Føroyum, har fiskurin hevur havt ovurhonds stóran og avgerandi týdning fyri flest fólk.

Kann nevna, at tá útróðurin var uppá tað mesta , taldust 54 útróðrarbátar í Klaksvík. Í dag eru 4 fultriknir útróðrarbátar her.

Flemish Cap

Um vit í dag nevna Flemmish Cap, so er tað ein sólskinssøga, at línuskip eru sloppin aftur á Flemish Cap at fiska. Og vit síggja ferð aftaná ferð á videoklippum, hvussu nógvur fiskur er har. Hugaligt, og hvat eg unni hesum sjómonnum hetta væl.

Men hví halda tit, at vit í dag kunnu fara yvir til Flemish Cap at fiska? Jú søgulig rættindir.

Hvar koma hesi frá? Jú fiskimenn hava ígjøgnum tíðirnar fiska har yviri, og komu tey flestu skipini úr Klaksvík – og hildu longst á.

Hvør hevur rindað prísin fyri hesi søguligu rættindi?

Var prísurin høgur?

Fyrsta føroyska fiskiskipið, sum vit vita um, ið fór á Flemish Cap, var Atlantsfari, sum Anna Isaksen í Klaksvík átti.Í Klaksvík vóru tað eisini línuskip hjá JFK: Jákup B – Klakkur og seinni Borðoyanes, sum fóru yvir á Flemish Cap.

Norðoya Samvinnufelag: Norðaldan- Norðingur

p/f Stella :Stella Carina- Stella Kristina og Stella Maria.

Umframt fleiri onnur skip, sum komu aðraðstaðni frá í Føroyum .

Hetta vóru línuskip, sum fóru yvir á Flemish Cap, og okkurt teirra var burtur meira enn 6 mánaðir ísenn. Ungir drongir niður í 14 ára aldur og menn í besta aldri brúktu meginpartin av tíð síni har. Í dag eru nógvir av hesum farnir í Harrans hendur. Umframt, at fleiri teirra, sum eftir eru, eru uppslitnir av harða arbeiðinum umborð, og megna ikki eitt vanligt arbeiði í dag.

Hetta vóru tíðirnar. Eg minnist tær væl. Komi sjálv úr einari familju, har langabbi mín Hans Erik Olsen saman við Jógvan Segl vóru stovnarnir av p/f Joensen & Olsen.

Ætlaði at koma eitt sindur inn á hesa søgu hjá partafelagnum, tá tað kemur til fiskiskap á Flemish Cap.

Joensen & Olsen arbeiddi seg upp,og bleiv eitt stórt felag við nógvum skipum, virkjum, handlum osv.

Flestu av skipum teirra vóru á Flemish Cap og fiskaðu.

Kann nevna línuskipini: Hans Erik, Sigurðfari (fyrrv. Norðaldan), Pison, Jógvan S og Kvikk.

Ja, hetta vóru nógv arbeiðspláss vit tosa um. Og ikki at tala um, tá vit eisini hugsa um hjávinnuna afturat.

Og tað gekk væl.

Men so kom lagnuløtan, at tað ikki bleiv nógvur fiskur á Flemish Cap. OG harraboð koma frá mynduleikunum úr høvuðsstaðnum, har man bleiv biðin um at vera solidariskur og ikki fara á Flemish Cap.

Jú ídnu vinnulívsfólkini vóru líðin og lurtaðu eftir harraboðunum úr Havnini. Skipini vóru løgd, alt hetta meðan franskir og týskir trolarar framvegis lógu á Flemish Cap.

Mær er fortalt: Boðini úr Havnini vóru harumframt, at tit skulu ikki verða verri fyri aftaná, enn tá teir góvust – teir skuldu onki tap hava av tí.

Ímyndi tykkum øll línuskipini vórðu løgd í 1990´unum. Øll hesi fólkini sum frá degi til dags blivu arbeiðsleys.... Nei ongin kreppuhjálp..... og heldur onki alternativ – ella at hesi kundu fiska aðrastaðni. Og ikki lukkuligt, um teir vildu fiska undir Føroyum, nei tað fingu teir heldur ikki loyvi til.

Men boðini vóru, at tá ið nú fiskur kemur aftur har yviri so sleppa tit yviraftur at fiska. Jú tá skuldu tey aftur sleppa inn í tað “lovaði landið”, sum einaferð aftur fór at flóta í mjólk og hunangi.

Minnir ikki sørt um, tá Móses fekk loyvi at síggja inn í tað lovaði landið, men slapp ikki inn sjálvur, tí hann hevði verið ólýðin.

Men hesi sluppu heldur ikki inn í tað “lovaði landið”.... men munurin er, at hesi vóru lýðin og rindaðu høgan prís fyri hetta lýdni.

Men hvat hendi: Skipini vórðu bundin við bryggju, partafeløgini vórðu upployst. Skipini vóru seld í eyst og vest fyri lítið og lætt. Virkini og annað somuleiðis.

Ímyndi tykkum, um eg nú fyrihaldi meg til p/f Joensen & Olsen, eitt vælrikið felag, sum enntá hevði yvirlivað sváru 1930´ini bleiv somuleiðis upployst.

Ja, hetta var prísurin sum tey rindaðu fyri at vera solidariskur yvirfyri tilmælunum, sum komu úr høvuðsstaðnum - also ikki fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

Helt, at hetta var rætt at føra fram í dag. So vit eisini kunnu verða mint á søguna, um hvussu høgur prísur bleiv goldin fyri søguligu rættindi okkara á Flemish Cap. Og hvørjar fylgirnar vóru osv.

Eg gleðist um, at fiskivinnan nýtir gott av hesum í dag. Sjálvt um tey, sum upparbeiddu hesi rættindi, ikki njóta gott av tí, men noyddist við bert at síggja inn í tað lovaði landið.

..........................



Fjølmiðlar:

Eri glað fyri, at fjølmiðlarnir hava varpað nógv ljós á uppskotið um at byggja eitt akvarium í Klaksvík, tí hetta er veruliga nakað, sum hevur manglað og manglar stórt í dag.

Men samstundis føli eg meg noydda til at gera nakrar viðmerkingar til, hvussu hetta er framborið í fjølmiðlunum.

Kvf. legði út við at upplýsa fyri føroya fólki, at uppskotsstillarin ikki segði nakað um, at tað var eitt akvarium úti á Argjum. Hetta er ikki rætt. Eg nevndi í viðmerkingunum, at tað er eitt lítið akvarium úti á Argjum.

Fleiri ferðir hevur verið frammi um, at uppskotsstillarin er í ferð við at bróta niður tað akvarium , sum er á Argjum. Heldur ikki satt..... eg havi ikki við einum orði ella viðmerking ella nøkrum øðrum so frætt sum havt ein undirtóna um at niðurleggja ella bróta akvariummi á Argjum...... Harafurímóti havi eg ferð aftaná ferð í løgtinginum játta pening til akvariummi á Argjum. Eg tosi um eitt heilt annað slag av akvarium, eitt stórt byggilistarligt akvarium. FØROYA AKVARIUM.

Hvat býráðslimir í Tórshavnar kommunu brúka peningin til, blandi eg meg ikki uppí. Men samstundis haldi eg, at kanska tað eru júst nógv í Tórshavnar kommunu, sum í dag fegnast um at undirritaða hevur vakt “fiskarnar” í Tórshavnar býráð.

Úflutningvirðið:

Hugsi um ráa kapitalin, ella útflutningsvirði, sum kemur úr Norðurøkinum. Vit tosa um ovurhondsstórar upphæddir. Haldi tað er ikki meir enn rímiligt, at nakað av øllum hesum kemur norðuraftur m.a. til mentanarøkið.

Umframt fiskivinnuna, skulu vit eisini hugsa um, t.d. Bakkafrost, har ein ferð aftaná ferð, hoyrir um teirra yvirhondsstóra yvirskot. Og her kemur meira enn helvtin av rávøruni hjá Bakkafrost júst úr Norðurøkinum.

Jú so sanniliga er tað identitetur í, at Føroya Akvarium skal vera í Klaksvík. Onki annað er meira nátúrligt.

Og tá sagt verður, at tað er fiskivinna eisini aðrastaðni í Føroyum, ja so er tað rætt. Men í Klaksvík ella norðurøkinum hevur tað verið mest. Á sama hátt, sum, at alt Føroya landi merkti til seinna heimsbardaga, so var tað mest í Vágoynni, og tí hoyrir Krígssavnið nátúrliga heima í Vágoynni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

løgtingslimur.

Lýsing Lýs her...