Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Til sølu



Føroya Sjómannadagur fyri 9. ferð


Skrivað hevur Føroya Sjómannadagur 17.06.2013 - 22:24

Lýsing Lýs her...

Skráin fyri Føroya Sjómannadag er drúgv og verður frá mándagin 12. August til Sunnudagin 18. August. Í ár fella Sjómannadagurin og Summarfestivalurin saman til tvær vikur við heilt serligum upplivingum í Klaksvík.

Mánadagin 12. August

19.00

Filmarnir "Haggreiðing umborð" og "Fisheri management" sum Fiskamarknaður Føroya hevur framleitt verða sýndir. Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya,  greiður frá.

Tiltakið verður í Eik í Klaksvík.


Týsdag 13. August

18.00

Sjómannadagurin bjóðar til ókeypis tiltak í EIK í Klaksvík.

Øll sum á ein ella annan hátt eru við til at skipað fyri tiltøkum á Føroya Sjómannadegi ella á annan hátt eru við til at gera dagin hugnaligan verða boðin til hugnaliga samveru í deildini í EIK í Klaksvík.

Okkurt gott verður til matna og skráin fyri ársins Sjómannadag verður framløgd.Tekning á telefon 229682

19.30

Fyrilestur "Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913"

Fyrilsetur við Andras Sólstein søgufrøðingur á Norðoya Fornminnasavni.


Mikudagin 14. August

14.00

Hátíðarhald á Skarði í Kunoynni.

Minnisvarði til minnis um teir sum fórust við Skarðsbátinum Tollaksmessudag 1913 verður avdúkaður.

Sí skrá fyri Hátíðarhaldi á Skarði her >>

19.00

Móttøka í Skúlanum við Ósánna í samband við bókaútgávu "Stállínuskipini - ein nýggj byrjan 1956 - 1961" sum Sigmar Bláberg hevur skrivað.


Hósdagin 15. August

19.00

Kjakfundur í um fiskivinnupolitikkin í Skúlanum við Ósánna

Kjakast verður eisini um makrel- og sildastríði millum Føroyar, Ísland, Norra og ES

Sí skrá fyri fundin HER!


Fríggjadagin 16. august

18:00

Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni. Í ár verður kappast um stórar vinningar.

19:00

Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.

Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.

Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini - heimið á Stongunum niðan fyri egningarskúrarnar. Her ber eisini til at síggja vatnkríggið millum skipini. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.

Eftir at fløskupostarnir eru tveitir í Kalsoyarfirði verður siglt inn á Vánna har VATNKRÍGGJ verður millum bátarnar. Øll - bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt tá tær verða kastaðar.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka í Klaksvík og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn ballónir og vatnpistólar (avmarkað nøgd) at brúka til vatnkríggj.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á sjómannadegnum.

VINNINGAR FRÁ VODAFONE:

Kl. 22:00

Stór útikonsert á Stangabrúnni

Bólkar á Dávavirkinum skipað fyri stórari útikonsert á Stangabrúnni.


Leygardagin 17. august:------------------------------------------------------------

09.00–19.00

Listaframsýningar og kaffistovurnar í egningar skúrunum á Stongunum

Lydia Petersen, hevur listaframsýning við nógvum litríkum akrylmálningum í skúrinum hjá Kallanes.

Amgarð Absalonsen sýnir fram olju og acryl málningar í skúrðinum hjá Skýliskletti.

Hugnalig samvera, opið hús í egningar skúrunum og framsýning av livandi fiskum og skeljadjórum á Stangabrúnni.

09.00

Føroysku seglskipini hittast á Pollinum og seta segl. Eisini luttaka stóru útróðrarbátarnir.

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggja á Stongunum. Jóhanna TG 326 – Westward Ho – Dragin og aðrir motorbátar.

Stóru útróðrarbátarnir koma at bryggju á Stongunum.

Kl. 10:00 Boðið verður til stóra kaffiborðið.

Kl. 10:30 Heiðursmerkjahandan til vinnarar av fiskikappingini

Kl. 10:45 Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

-      Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag.

Steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum.

-      Formaðurin í løgtingsins vinnunevnd, Alfred Olsen, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin.

-      Vinnarar av fiskikappingini fáa heiðursmerki

Føroyameistarakapping í epla flising.

-      Stórur vinningur - nærri lýst seinri

Flottasta og mest vælsmakkandi heimabakaða køkan

-      Norðoya Kvinnufelag (tlf 227196) skipar fyri stórari framsýning av heimabakaðum køkum.

-      Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Køkurnar skulu latast inn í stóra tjaldinum kl. 10:30. 

Vinnarin verður avdúkaður kl. 13. Stórir vinningar til flottastu- og mest vælsmakkandi køkurnar.

 12:15

Rennikapping millum aliøkir á Føroya størsta aliringi (160 metur).

13.00 – 17.00

Bassatiltak í stóra tjaldinum.

13.00 – 17.00

Føroysk matvøru framleiðsla

Kendir føroyskir kokkar matgera við rávørum úr havinum.

Smakki royndir við øllum góðum úr havinum


SKRÁ FYRI LÍTLAPALL (í stóra tjaldinum)

15.00

Angela og Hannibal framføra á pallinum Norðast á Stangabrúnni.

19:30 (umleið)

Tá egnikappingin er liðug skipar Hans Hjalti Skaale og fleiri fyri felagssangi við sjómannsvísum í stóra tjaldinum.


SKRÁ FYRI STÓRA PALL

12.00

Føroya besti skipskokkur

Kapping fyri menn og kvinnur um at steikja bestu fiskafrikadellurnar.

VINNINGUR: Gisting fyri tvey við morgunmæti og atgongd til heitan pott og golf á 62N Airport Hotel

12.45

Føroyameistarakapping – Trolbøting

VINNINGUR: Vikuskifti fyri tvey á HOTEL HAFNIA við fullari pensjón.

13.30

Bjargingarroynd við av Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing við oljusperringum.

13.45

STÓR MÓTTØKA FYRI LIVAR NYSTED, sum við at rógva tvørtur um Indiska havið hevur fingið trý heimsmet.

Les meira her - Nærri lýst seinri

14.30

Togtogan millum skipsmanningar

VINNINGUR: Snarferð fyri 12 mans til Ísland við Norrønu - SMYRIL LINE

15.25

Svimjikapping á Vánni

Svimjufelagið ÆGIR skipar fyri svimjukapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

Stórur vinningur - nærri lýst seinri

15: 45

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør

VINNINGUR: Vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum við fullari pensjón 

16.15

Føroyameistarakapping – Kasta lodd

Kappingin er fyri kvinnur og menn

Stórur vinningur - nærri lýst seinri

16.45

Føroyameistarakapping – Halda dregg

17.15

Føroyameistarakapping – Kasta fanglínu.

VINNINGUR: Skrúvumaskina DEWALT frá KBI

17.40

Føroyameistarakapping – Sjómannstak

VINNINGUR: 32" flatskermur frá EL-IN 

Nr 2. fær eina Nokia Lumia fartelefon frá FØROYA TELE

18.10

Føroyameistarakapping – Kelving

VINNINGUR: Gávukort frá NEMA á 2.000 kr.

18.30

Føroyameistarakapping - Agnskering

VINNINGUR: Nokia Lumia fartelefon frá FØROYA TELE

19.00

Føroyameistarakapping í Egning

VINNARIN fær kr. 10.000,- frá KJØLUR

19:30

Tá egnikappingin er liðug skipar Hans Hjalti Skaale og fleiri fyri felagssangi við sjómannsvísum í stóra tjaldinum.

------------

GRILLTEAM

23.00

LM til Dans på Bryggen

Tá tiltøkini hjá Føroya Sjómannadegi eru enda leygarkvøldið umleið kl. 22  skipar Grillteam fyri “Dans på bryggen” kl 23. Atgongumerki fáast við dyrnar.

Kenda orkestri LM BAND úr Tórshavn spælir.



Sunnudagin 18. august: ------------------------------------------------------

11.00

Sjómannsguðstænasta í Christianskirkjuni v/ Marjun Lómaklett

Hornblástur.

Solosangur

15.00-18.00

Bátasavnið í Leirvík er opið

18.00

Sjómansmøti Í KFMUM & K

---------


KAPPINGARBÁSAR (leygardagin 17. aug.)

Kl. 13.30 - 18.00

Á økinum eru serligir kappingar básar har fólk kunnu royna síni kynstur.

FM í Ripping (Á økinum hjá KJØLUR og Kjølbro Heilsølu)

FM at vinda upp á trol-nál.(Á økinum hjá KJØLUR og Kjølbro Heilsølu)

Føroyameistarakapping – Kassastabling

Norðoya MC skipar fyri á økinum niðan fyri sløkkiliðsstøðina.


FRAMSÝNIGAR OG TILTØK (leygardagin 17. aug.)

14.00 - 16.00

Rithøvundin av bókini  "Stállínuskipini - ein nýggj byrjan 1956 - 1961" Sigmar Bláberg signerar bókina í hølunum hjá KJØLUR (Kjølbro Heilsølu).

13.00 - 17.00

Egning á Stongunum - Ungdómar og royndir egnarar sýna fram egning frammanfyri egningarskúrarnar á stongunum.

13.00-17.00

Bassi skipar fyr: Børn kunnu lita og spæla ymisk Bassaspøl í stóra tjaldinum

16.00

Bassi skipar fyri: Gullvasking fyri børn í stjóra tjaldinum

17.00

Bassi skipar fyri: Bassi gevur børnunum ballónir

10.00 - 18.00

Framsýning av gomlum motorum hjá Norðoya Motorsavnið.

Framsýning av gomlum Benzinmotorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50 ini í Timburhandlinum hjá BORG

Føroya størsti aliringur

KJ Hydraulik sýnir fram Føroya størsta aliring. Ringurin liggur á sjónum niðanfyri heilsøluna hjá Kjølbro og bátar rógva inni í aliringinum. Sí skránna nær renni kapping millum aliøkini verður á sjálvum aliringinum.

12.00 – 18.00

Áhugafelagið fyri føroyskar útisiglarar, ANTARES, hevur framsýning av myndum á Sløkkiliðstøðini. Eisini verða videomyndir sýndar á stórskýggja. Myndirnar eru frá dagligdegnum hjá teimum gott 500 limunum hjá Antares. Høvið verður at hitta umboð fyri nevndina og kaffi og annað gott verður at fáa.

Uml. kl. 14:30 -16:00 verður Livar Nysted at hitta á básinum


Kl. 12.00 – 18.00

Harmonikutónleikur

13.00 - 18.00

Ókeypis kramarísar.

Føroya Sjómannadagur í samstarvi við MBM bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin. Ísarnir fáast í stóra tjaldinum.

13.00 – 18.00

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska.

15.30

Føroyskur dansur á bryggjuni niðanfyri egningarskúrarnar á stongunum.

16.00

Grindamannafelagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgmaður greiður frá baði á føroyskum og enskum. 

Menn haggreiða fisk

Útróðrarmenn flekja fisk.

Siglitúrur við føroyskum maskinbátum

Børn og vaksin sleppa siglitúr við føroyskum maskinbátum á Vánni

Action á sjónum

13.00-16.00

Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin á luftpútum, sum verða hálaðar aftaná skjóttgangandi báti.

Scorpion - Villur túrur við speedbáti sum gongur 70 knob

12.30-18.00

Rógving við jollum fyri børn og vaksin

Ægir skipar fyri rógving við jollum fyri børn og vaksin.

Matstovur og matarstøð á Sjómannadegnum.

Grillteam - Sjómannsbúffar og Kebab, pomfritt.

MC Grill - Fish & Chips o.a

Sjómannskvinnuringurin

Mjølnir

Lýsing Lýs her...