Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Flott avrik frá U21 landsliðnum


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 10.11.2017 - 19:43

Lýsing Lýs her...

(Myndarøð) Føroyska U21 landsliðið spældi ein av sínum bestu dystum í fleiri ár, tá liðið bara var fá sekund frá at vinna á Póllandi.


Í dag spældu U21 landsliðini hjá Føroyum og Póllandi á Tórsvølli. Føroyska liðið hevur ment seg síðstu tíðina og fingið góð úrslit, og tann framgongdin bleiv staðfest í dag. Í fyrra hálvleiki var talan um javnan dyst og ein sá, at Føroyar væl kundu spæla upp ímóti pólska liðnum. Pólland kom á odda, kanska eitt sindur ímóti leikgongdina, tá ein leikari bleiv feldur í 35. minutti. Í seinna hálvleiki mentu Føroyar seg enn einaferð og Teit Jacobsen fekk brotsspark, tá hann bleiv feldur stutt eftir hálvleik. Meinhard E. Olsen var tryggur, og so var 1-1. Hetta ávirkaði ikki leikgongdina, tí Føroyar blivu við at spæla fult upp ímóti pólska liðnum. Móti endanum sá út til at Føroyar fóru at skapa sensatiónina, tá fyrst ein pólskur leikari fekk reytt kort og síðani skallaði Bjarni Petersen eitt hornasparksinnlegg frá Meinhard E. Olsen. 2-1 til Føroyar og bara 10 minuttir eftir. Føroyska liðið spældi skilagott seinastu minuttirnar líka fram til seinasta minuttin av yvirtíðini. Heldur óneyðugt mistu Føroyar bóltin og Pólland kundi skaffa sær hornaspark. Uppá hornasparksinnleggið kom Jakub Bartosz at standa fríður og so var 2-2, sum var endaliga úrslitið.


Eitt flott føroyskt avrik

Føroyar spældu ein sera góðan dyst á Tórsvølli. Tað var líka frá málverja til fremsta leikara. Góður innsatsur og spæl sum er eyðkent við, at leikararnir tora at spæla. Á føroyska liðnum eru bólttryggir leikarar, sum nú vísa tað á altjóða pallinum og í álopspartinum eru dygdir sum gera, at liðið skapar ríkiligt av góðum mál møguleikum. Hetta er helst besta U21 landsliðið í fleiri ár, bæði á pappírinum og á vøllinum, sum úrslitini seinastu tríggjar dystirnar hava prógvað. Og dagsins avrik móti Póllandi telist eisini millum bestu avrikini og úrslitini í landsliðssøguni hjá U21 landsliðnum, tað manglaði líka at vinna fyri at seta tað upp móti teimum størstu sum t.d. tá Føroyar vunnu móti Russlandi. Eitt flott punktum fyri føroyskum fótbólti í 2017.

Lýsing Lýs her...