Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Føroyingar vitja íslendsku kirkjuna eftir páskir


Skrivað hevur Bergur Jacobsen, prestur 18.04.2017 - 08:29

Lýsing Lýs her...

Í døgunum 18. til 26. apríl ferðast 12 føroyingar um alt Ísland, har teir hava møti og gudstænastur í íslendskum kirkjum. Við koma tveir føroyskir prestar, sum leiða toymið – Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og fongsulsprestur og Bergur D. Joensen, sum er sóknarprestur í Suðurstreymi. Sverri og Bergur hava vitja Ísland og havt føroyskar gudstænastur í Reykjavík fleiri ferðir

Toymið hevur havt samband við íslendskar prestar, og er ætlanin eisini at hitta íslendska biskupin, Agnes M. Sigurðardóttir.

Tey, sum koma úr Føroyum, eru studentar í føroyska skúlakonseptinum, sum eitur PODAS Ekklesias, sum er grikskt og merkir kirkjuføtur. Skúlin lærir næmingarnar at sita við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur.

Nakrir 100 føroyingar hava gingið á PODAS Ekklesias síðan 2008, tá ið skúlin byrjaði. Skúlin fevnir um 4 ár, har fólk vikuliga á tveir tímar fáa undirvísing. Hesi, sum vitja Ísland – 5 kvinnur og 7 mans – eru øll í bestu árum. Onkur ungur er við eisini.

Ætlanin er at heilsa uppá íslendingar og knýta bond, so góða sambandið og samstarvið millum Føroyar og Ísland kann taka til.

Føroyingar hava altíð sæð upp til íslendingar og hava nóg at læra av teirra arbeiðsemi og úthaldni eins og av teirra virðing fyri máli og mentan.

Umframt at vitja ellisheim, har toymið kemur, er ætlanin at hava møti í hesum kirkjum:


Týsd. 18. apríl kl. 20.00: Egilstaðar kirkja

Mikud. 19. apríl kl. 20.00: Eskifjarðar kirkja

Hósd. 20. apríl kl. 20.00: Nekeypstaðar kirkja

Mánad. 24. april kl. 20.00: Møti í Kristniboðssalinum, Háaleitisbraut 58-60

Týsd. 25. april kl. 20.00: Hornafjørðar kirkja


Og gudstænastur í hesum kirkjum í Reykjavík:


Sunnud. 23. apríl kl. 11.00: Grensáskirkja

Kl. 13.00: Kristkirkja

Kl. 14.00: Lindakirkjan

Kl. 16.00: Bessastaðar kirkja: Føroysk gudstænasta

Kl. 17.30: Kirkjukaffi: Ørkin


Vit vóna at heilsa uppá nógvar íslendingar!

Øll eru vælkomin!

Lýsing Lýs her...