Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Freist mánadagin á middegi


Skrivað hevur klaksvik.fo 06.10.2017 - 09:03

Lýsing Lýs her...

Mánadagin 9. oktober kl.12 er seinasta freist at senda inn myndir til kappingina um at myndprýða nýggju kortini hjá Klaksvíkar kommunu

Hvussu vilt tú lýsa Klaksvíkar kommunu við einari mynd? Tað hevur tú nú møguleika fyri at vísa okkum, tí Klaksvíkar kommuna bjóðar nú øllum at taka lut í myndakapping, har vinnarin fær 1000 krónur.

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggj kort at brúka í samband við vitjanir, heilsanir, brúdleyp o.a., og tí bjóða vit øllum at vera við í kappingini um at myndprýða kortini.

Tað einasta, tú skalt gera, er at senda okkum eina mynd, sum vísir, hvat Klaksvíkar kommuna er fyri júst teg. Tað kann vera náttúran, býurin, bygdirnar, fólkini, tiltøkini, Húkurin, Stengurnar, Posthúsið, bussarnir, bátabrúgvarnar, miðbýurin, handlarnir, barnagarðarnir, viðarlundin, Kjølur, Klakkur ella okkurt heilt annað. Bert hugflogið setur mørk.

Allar myndir eru vælkomnar í kappingini, men tað er krav, at tann, ið sendir myndina inn, sjálv/ur hevur tikið hana. Eru persónar og/ella privatar ognir á myndini, krevur hetta eisini samtykki.

Myndir kunnu sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo ella við vanligum posti til postboks 2, Klaksvík. Talgildar myndir skulu vera í fullari góðsku. Eisini ber til at lata myndir inn í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har tað er opið allar gerandisdagar frá kl. 10-16. Saman við myndini skal vera navn (og aldur, um talan er um børn), umframt ein stutt frágreiðing um myndina.

Freistin at lata myndir inn til kappingina er mánadagin 9. oktober kl.12.

Við at senda myndina inn til kappingina, gevur tú Klaksvíkar kommunu brúksrætt til hana, og vit tilskila okkum samstundis rættin til ikki at brúka nakra av innkomnu myndunum

Lýsing Lýs her...