Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Fulltrúi til Fólkaheilsuráðið


Skrivað hevur Fólkaheilsuráðið 05.04.2017 - 15:32

Lýsing Lýs her...

Eitt starv sum fulltrúi hjá Fólkaheilsuráðnum er leyst at seta 01.07.2017.

Fólkaheilsuráðið søkir eftir fulltrúa at menna heilsuupplýsing fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og samfelagið annars.

Sum fulltrúi kemur tú at hava ábyrgd av skrivstovuni í Fólkaheilsuráðnum til dagligt. Saman við formanninum í ráðnum og skrivstovuni skalt tú raðfesta fyrisitingarligar uppgávur.

Tú hevur fyrisitingarliga ábyrgd í sambandi við átøk, verkætlanir, menning, samskifti og kunning, umframt ábyrgd av roknskaparfyrisiting og fíggjarstýring. Fulltrúin kunnar ráðið mánaðarliga um fíggjarstøðuna.

Umframt ein samskipandi leiklut, er ein høvuðsuppgáva hjá tær at røkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og áhugafeløg og sambandið út í heim.

Starvið hevur tilvísing til ráðsformannin/stovnsleiðaran.


Høvuðsuppgávur :

  • samskipa arbeiðið í Fólkaheilsuráðnum
  • roknskapar- og fíggjarstýring
  • samskipa og fyrireika fundir hjá ráðnum
  • samskipa átøk og verkætlanir og fíggjarstýring av hesum
  • framleiðsla av elektroniskum lýsingartilfari
  • samskipa tjóða- og altjóða kanningar
  • samstarv uttanlands


Førleikakrøv:

Kravt verður, at umsøkjarin hevur:

  • útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidatprógv
  • royndir við Leiðslukunningarskipan í Búskaparskipan landsins
  • kunnleika til telduskipanir
  • kunnleika til roknskaparforrit
  • royndir og innlit í arbeiði við fólkaheilsu
  • royndir at samskipa størri átøk
  • arbeiðsroyndir innan arbeiði við sølu, samskifti, samskipan og marknaðarføring
  • vitan um almenna fyrisiting og arbeiðsmarknaðarmál


Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

  • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata
  • hevur royndir í roknskap- og búskaparstýring
  • fyrimunur er, um umsøkjarin hevur vitan og leiðsluroyndir uttanlands
  • er opin, útvend/ur og samskiftissterk/ur í framløgum
  • hevur sterkar málsligar samskiftis førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • hevur góðar førleikar til uttanlands samstarv
  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevni
  • er kreativ/ur
  • er fleksibul og megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti


Vit bjóða:

Eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi, við góðum skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikum.


Lønar – og setanartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og BLF ella AKF.

Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr á 292270.


Umsókn:

Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast innan 24. apríl til:


Fólkaheilsuráðið
J.C. Svabosgøta 43
100 Tórshavn

ella til: t-post: fhr@folkaheilsa.fo

Fá meiri at vita um stovnin á: www.folkaheilsa.fo

Lýsing Lýs her...