Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Fyrilestur: Jarðfrøðin á Sátuni, hvat er elst og hvat er yngst?


Skrivað hevur Tíðindaskriv 19.04.2017 - 08:56

Lýsing Lýs her...

Hvat er hent uppi á Sátuni fyri milliónum av árum síðan, sum brýtur grundleggjandi jarðfrøðiligar meginreglur? Á Sátuni við Leynar á Streymoynni finna vit nevniliga yngri jarðløg djúpt inni í fjallinum heldur enn ovast á fjallatindinum, har vit væntaðu at finna tey

Mánadagin 24. apríl kl 12 verður fyrilestur á alnótini fyri skúlum í øllum Føroyum um serstøku jarðfrøðina á Sátuni og tær fýra grundleggjandi jarðfrøðiligu meginreglurnar, sum øll jarðfrøði byggir á. Irena Áarberg, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, skipar fyri webinari fyri øllum føroyskum skúlanæmingum í aldrinum 13 – 20 ár. Fyrilesturin tekur umleið 35 minuttir.

Irena Áarberg greiðir frá, hvussu jarðfrøðingar gera eygleiðingar í feltinum í sambandi við kortlegging. Tá er týdningarmikið at lýsa, hvussu landið er bygt upp og finna útav, hvat grót er elst, og hvat er yngst.

At enda kunnu allir luttakararnir vera við í spælinum Kahoot, sum tekur saman um framløguna.

Áhugaðir lærarar kunnu melda seg til fyrilesturin:http://edu-arctic.eu/program/lessons/69

Tað einasta, sum krevst, er telda og netsamband. Rúm er tó einans fyri 23 skúlaflokkum.

Fyrilesturin mánadagin 24. apríl kl 12 er opin fyri almenninginum í framsýningini á Tjóðsavni Føroya, Brekkutún 6 í Hoyvík.

Lýsing Lýs her...