Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Fyrispurningar til fiskimálaráðið


Skrivað hevur Absalon í Buð, limur í fiskivinnuráðnum 14.07.2017 - 14:24

Lýsing Lýs her...
Tá uppskotið um kunngerð, um uppboðssølu, var til viðgerðar í fiskivinnuráðnum, hevði ráðið fleiri viðmerkingar

Mælt var frá, at selja á afturlatnari uppboðssølu. Fiskimálaráðið broytti tað til 50% seld á opnari, og 50% á afturlatnari.

Spurningur: Hví kann ikki alt seljast á opnari uppboðssølu ???

Mælt var til. At um ikki var møguligt - vegna tíðarneyð - At fiska fisk -keyptur var - áðrenn 31/12 2017. Skuldi møguleiki verða - at flyta kvotu yvir til 2018 -

Og gjalda tá fiskað var.

Hesum hevur fiskimálaráðið ikki gingið á møti.

Tí kann henda, at gjaldast skal fyri veiðu.Ikki var møguligt at veiða2017.

Spurningur: Hví er ikki møguligt, at flyta ófiskaða kvotu, yvir um árskiftið???

Á opnari uppboðssølu, setur landsstýrismaðurin á minstaprís. Sbr.§8 stk 2. Verður minstaprísurin almannakunngjørdur. Tá sølan fer í gongd.

Fiskivinnuráðið mælti til, at somu reglur skuldu galda fyri afturlatna uppboðssølu.

Men sbr.lýsti kunngerð § 11 stk 4. Verður minstaprísurin, ikki almannakunngjørdur , fyrrenn eftir at boðini eru latin inn.

Spurningur: Hví kunnu teir, ið bjóða, ikki fáa at vita minstaprísin, áðrenn boðini fara í konvuluttin?? Hvat um øll innlatnu boðini, eru lægri enn minstaprísurin??


Lýsing Lýs her...