Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen

Lygn oman á lygn!

Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldi: Vónandi taka makthavararnir okkurt til sín


Skrivað hevur tórbjørn jacobsen 18.03.2017 - 09:05

Lýsing Lýs her...

Atlit/Útlit

Størri parturin av teimum, sum viðmerkja í kjakinum um fiskivinnunýskipanina hava ikki lisið uppskotið, og hava heldur onga hóming um hvat málið í grundini snýr seg um. Sum stevleysir dansarar leypa tey upp í ringin, fara bara so hissini í part við onkrum, dansurin missir rútmuna, og orðskiftanin fer av kós. Av royndum tori eg at staðfesta, at ein stórur partur av teimum sum sita á tingi heldur ikki ána hvat ið vendir niður og hvat ið vendir upp í hesum málinum, tíansheldur vita tey hvørjar avleiðingar tað fer at hava fyri samfelagið og búskapin, verður tað samtykt í óbroyttum líki.

Málið er latið hoyringspørtum til hoyringar við ávísari freist, hesa kategoriina á fiskivinnunar Parnassos kemur undirritaði sjálvandi ikki undir, tí havi eg tikið mær hin sjálvsagda fólkaræðisliga rættin, at gera meg sjálvan til hoyringspart í almenna rúminum, hesum viðvíkjandi, tí eg meti ikki uppskotið at vera borðbært at seta á tingborð soleiðis, sum tað nú er skrúvað saman.

Hvørji eru so atlitini, kann onkur spyrja. Øll eru frá degi til dags í tí støðu onkuntíð, at tey taka atlit til eitthvørt. Í mínum føri eru bara tvey meginatlit at taka í hesum málinum. 1.) Økið sum eg búgvi í, og 2.) Møguleikin fyri at fáa ein sjálvberandi búskap í landinum, sum er nóg sterkur og tryggur til at standa undir føroyska statinum, táið vit gera tað valið.

Tað uppskotið, sum einaferð fer at vera samtykt, kemur at vera rættiliga avgerandi fyri, hvussu Føroyar koma at síggja út ta næstu fjórðingsøldina. Søgan er alarmerandi í so máta. Ráfiskagrunnurin, og allir skekarnir sum hingu uppi í honum, kostaðu føroyska fólkinum 13,6 milliardir krónur - sambært Caragata-álitinum. At kalla øll trinu dansin, bara onkur hendinga malsjønskur steggi mutaði ímóti, hetta var la belle époque í Føroyum, og tað var vorðið sjálvsagt, ja, ein politiskur og fólksligur kulturur, at tað fossaði úr landskassanum niður í tómar útgerðarkassar, hundrað tals milliónir um árið. Ongin gramdi seg fyrrenn allir kassarnir gjørdust tómir samstundis. 6. oktober 1992.

Síðani hættaði onkur sær at fara undir skiparakstur aftur, svínabundnu skipini vóru bíliga til sølu, og táið fiskastovnarnir, sum høvdu fingið frið í nøkur ár, av berari og blektaðari armóð, fingu skipini skjótt eitt vaksandi virði aftur. Astrup hevur víst á, at skuldin í flotanum, við somu skipum, tvífaldaðist eftir fáum árum, og tá er tað, at Fólksins ogn brádliga gerst ein søluvøra. Nógv stál skiftir hendur, og vit fáa eina miðsavning/rationalisering, serliga í upsaflotanum og í uppsjóvarflotanum. T.d. er upsaflotin nú stórt sæð heimahoyrandi í Runavík, Klakksvík og í Hvalba. Onkrir seldu, skovlaðu inn fyri Fólksins ognir á privatar kontur, meðan aðrir settu seg í skuld, fyri at vaksa um virksemið, ella fyri at tryggja sær nógmikið av rávøru til virkingar uppi á landi. Og so vóru tað aðrir sum seldu til sín sjálvan, og fyltu sær fykkurnar á tann hátt við góðari hjálp frá bankum, advokatum, grannskoðarum og agentum.

Í 2007 verða loyvini søgd upp at fara úr gildi hin 31. desember 2017. Taki mær ein part av heiðurinum, saman við Høgna Hoydal og Javnaðarflokkinum, fyri at alt hitt svimjandi tilfeingið ikki varð privatiserað av Bjørn Kalsø ta ferðina, annars hevði onki kjak verið um hetta málið yvirhøvur í dag. Og apropos Høgni Hoydal, so skal øll hendan skrivingin ikki skiljast sum eitt álop á hann, als ikki, eri bara ikki samdur við hann um hetta avmarkandi og kompliseraða uppskotið, sum helst er ein roynd at kyrra ov nógvar partar, tí hevur hann mist ov nógv av síni egnu ætlan í tí diplomatiska akrobatikkinum og uppskotið endaði sum ein bastardur. Vit báðir Høgni eru samdir um mangt, men tað er ikki ókent, at vit hava verið í politiskum hornatøkum onkuntíð, púra ósamdir um okkurt mál. Harfyri eri eg sannførdur um, at báðir fara um gravarmúlan sum organiseraðir tjóðveldismenn, táið tann tíðin kemur. Skuldi onkur hartil spekulerað í einum valdsdysti í Tjóðveldisflokkinum, so hevur tað heldur onki uppá seg. Havi altíð stuðla Høgna sum formanni, tað geri eg framhaldandi – vit eiga ongan betri skikkaðan kandidat – men harfyri taki eg mær rættin til at vera rúkandi ósamdur við formannin, táið eg haldi tað vera neyðugt, og tað eri og geri eg í hesum málinum. Hinvegin skal eg eisini siga, at fiskimálaráðharrin eigur nógv rós uppiborið fyri at hava fingið okkum størri rættindi í Íslandi og Eysturgrønlandi og fyri at hava skipað fiskiskapin á Flamingjagrunni fyrimyndarliga og ikki minst fyri at hava vaksið um uppsjóvarkvoturnar.

Men, hvør er so hesin stóri møguleikin frá 2018 og frameftir? Serliga í mun til verandi støðu? Staðfestast kann, at manningarhýrurnar ongantíð hava verið størri, inntøkurnar hjá reiðarí´unum tað sama, hetta gevur ekspansiónsfrælsi til nýggjar vinnur og landskassin hevur ongantíð fingið so nógv fæ úr fiski- og eisini alivinnuni sum nú, serliga sæð í mun til árini fram ímóti hinum metstóra krakkinum, í grundini landsbankarottinum, í 1992.

Soleiðis sum eg sá málið, og framvegis síggi tað, so snúði tað seg yvirskipað um at fáa bilbukt við stovnsrøktina, og júst tann parturin, um burðardygga veiði, er tíbetur partur av uppskotinum hjá samgonguni. Í øðrum lagi snúði málið seg um, at gjaldið fyri hin eksklusiva rættin, sum tað er, at sleppa at veiða burturav Fólksins ogn, varð innkasserað onkursvegna, og í triðja lagi snúði tað seg um atgongd hjá nýggjum aktørum.

Eri samdur við búskaparfrøðingunum um, at tað snýr seg um at veiða fiskin so skjótt og so bíliga og so væl sum gjørligt. Regional atlit og umfordeilingspolitikkur hoyra ikki heima í einum uppskoti sum hesum. Tá hin stóri sosiali kampurin um Føroyar fór fram armóðsárini í 50-árunum, vóru, minnist meg rætt, áleið 7 túsund limir í Fiskimannafelagnum og 40 túsund fólk í landinum. Nú Føroyar ongantíð hava verið ríkari, búgva 50 túsund fólk í landinum, og limatalið í Fiskimannafelagnum vappar um eitt túsund styks. Eitt tekn um, at vit hava flutt okkum tann rætta vegin, serliga hvat effektiviteti viðvíkur.

Soleiðis sum eg lesi uppskotið, so verður avleiðingin heilt víst, at tað skjótt fer at ganga eftir hæli í landinum, um hetta verður samtykt. Avmarkingar og atlit til Guð og hvønn mann gera tað til eina labyrint uttan samanbering, og tess neyvari tað verður regulerað í lóg, yvirhøvur, tess størri verða eftirlit og umsiting. Tí havi eg rópt hetta fyri eitt Albania uppskot, - har reguleraði eitt land í Europu seg niður til at gerast triðfátækasta landið í heiminum, og Ramiz Alia varð noyddur at leggja kongin sama árið, sum Føroyar fóru av knóranum – í 1992, eftir at undanmaðurin - psykopaturin og blóðhundurin Enver Hoxha - hevði pínt og dripið fólk og felagar í meiri enn eitt mannaminni. Búskapur var ikki til í høvdunum á hesum monnum, bara vald, vald fyri egnar sakir.

Fyri at fáa mestan búskap skal regulerast so lítið sum yvirhøvur gjørligt. Sjálvandi eigur ein antitrust-áseting at verða sett á heildarveiðuna, tað ber ikki til at ein ella tveir aktørar seta seg á alla búskapargrundina, og eini 12-15% ljóðar rímiliga skilagott, og skuldi givið vinnumonnum og fiskimonnum nógmikið av rásarúmi til at virka í. Hetta ávirkar neyvan fíggjarligu optimeringina, táið takserast skal fyri Fólksins ognir. Hinar avmarkingarnar, við antitrust á fiskasløgum og økiskvotur og teknikkurin sum forðar kapitalinum at sleppa framat uppboðssølunum, eru so himinrópandi langt úti og fíggjarliga óforsvarligar, at eg havi ikki orð fyri tí. Hetta fer heilt víst at minka munandi um avkastið til landskassan. At forða kapitalinum í at sleppa framat marknaðarmekanismunum er eitt óhoyrt contradictio in adjecto, og politiskar blokadur fara tá at eta Fólksins ognir upp áðrenn tær røkka almenna kassanum. Orsaka meg, men hetta líkist mest politikkinum hjá Reyðu Khmerunum, táið teir við Pol Pot á odda tvingsilsfluttu tað mesta av fólkinum úr Phnom Penh út á bygdirnar, tí teir ræddust samtíðina.

Ein spurningur er hvussu vit fáa innkasserað gjaldið fyri hin eksklusiva rættin og hvussu vit fáa tipt argumentið fyri, at nýggir aktørar ikki sleppa framat sum er. Fíggjarliga er hetta ikki nakar trupulleiki, bæði reiðarar og alarar hava fyri langt síðani viðurkent og góðkent, at teir skulu gjalda fyri hendan serliga rættin, og sum er fossar líka nógv inn í kassan sum tað fossaði úr honum árini frammanundan kreppuni miklu í 1992. Spurningurin er so bara hvør uppkrevjingarmetodan skal vera. Um ein búskaparfrøðiligur lykil kann brúkast til at rokna seg fram til hetta veit eg ikki, havi ikki skil fyri hesum, og eitt av alternativunum, sum ofta verður havt á tungu, er almenn søla av veiðirættindum, har man heldur seg fáa rætta prísin fyri eksklusiva rættin at veiða á avmarkaða marknaðinum. Í uppskotinum ríður man á báðum rossunum. Viðvíkjandi atgongdini hjá nýggjum aktørum hugsi eg ikki at tað finst nakar annar háttur, enn at skipa tann partin umvegis eina auktión, alternativið er hitt ljóta hugtakið politisk útluting.

Uppskotið ber bráð av, at landsstýrið ræðist fyri valdinum hjá reiðarunum, gerast teir ov stórir í heildarmyndini. Líkist tíverri ov nógv einum Jante-komplexi. Men fær landskassin – Føroya fólk – fulla gjaldið fyri eksklusiva veiðirættin, hvat er so problemið? Megna útgerðarmenninir eftir tað, við góðari og skynsamari drift, at forvinna meiri pening enn fólk flest, so er tað teimum væl unt og uppiborið. Teir eru entreprenørar (eitt fólkaslag, sum tað stútt og støðugt er stórur tørvur á), meðan tey flestu trívast best í hini tryggu funktioner-tilveruni. Tað ger mær ongan mun um slíkur maður eigur 1, 100 ella túsund milliónir krónur meiri enn eg eigi. Hann fær ikki etið meiri enn eg, heldur ikki drukkið meira og valla orkar hann at koyra longri teinar við bilinum enn eg. Dýnan er helst ikki heitari og heldur hann seg hava betri atgongd til Himnaríkið, so eigur hann dag og dagliga at hugsa um úlvaldin og nálareygað. Tað átti at lynt undir strongd – bara tankin.

Atlitini bæði. Økið, har eg búleikist, og har eg havi fingið ein leiðandi leiklut frá fólkinum í eitt tíðarskeið, er soleiðis skrúvað saman, at tað hevur onki at falla aftur á av almennum funktiónum, um privata vinnan verður skerd í møguleikum. Hetta uppskotið ger tað, at flakavirkið í ringasta føri og helst letur aftur, har virka 250 fólk í dag (manningarnar incl.), og tað liggur á ljóði, at Poul Michelsen fer at veingjaskerja alirisan á Bakka, táið uppskotið, sum ongin í vinnuni hevur sæð enn, minkar um volumuna hjá virkinum á Glyvrum. Hóttanir, sum eg havi tikið mær rættin at ávarða ímóti, tí í grundini eru hesir menninir í fer við at stjala framtíðina frá okkum.

Hitt atlitið, sum eisini er eitt útlit, er ein sjálvberandi búskapur, sum kann hava eina Republikk við sær. Hesi kunnu røkkast, um rætt verður farið fram í næstum. Og fæst stovnsrøktin uppá pláss, gjaldið fyri eksklusiva rættin at veiða burturav Fólksins ogn verður innkasserað, antitrust-ásetingarnar fyri fiskasløg verða tiknar úr uppskotinum, økiskvoturnar verða tiknar úr uppskotinum og tekniska forðingin fyri, at kapitalurin sleppur javnbjóðis framat uppboðssølunum, og onkur snáking afturat, so man fara at líkjast.

Heldur øvundarargumentið ikki til hetta, so ber eisini til at flyta eitt sindur uppá skrúvurnar í skattinum av vinningsbýti og í satsinum í partafelagsskattinum.

Vit sita við lyklinum til framtíðina, men alt veldst nú um hvussu vit snara honum í lyklarholinum. Hetta var tað fyri hesuferð, og vónandi var eg ikki ov framligur, at taka mær rættin til at vera óalmennur hoyringspartur í hesum fyri tjóðina alt avgerandi máli. Vónandi taka makthavararnir okkurt til sín, annars vænti eg, at teirra dagar eru taldir í hesi syftuni. Umsíðir hava vit so áleið funnið útav, hvussu vit skulu liva saman við einum 200 fjórðinga fiskimarki – 40 ár eftir víðkanina av havleiðum okkara – tí ræður um at trýsta á teir knøttarnar nú, sum aðrir ikki trýstu á í 1977.

Blíðan byr

Lýsing Lýs her...