Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Fyrsta tapið í landskappingini í longri tíð hjá fleiri KÍ leikarum


Skrivað hevur Jákup Ósá 18.06.2017 - 18:25

Lýsing Lýs her...

Hjá tveimum leikarum var tað fyrsta tapið yvirhøvur í KÍ í landskappingini, meðan tað hjá eina leikaranum var tað fyrsta í næstan eitt ár.


KÍ fekk ein frammaná á heimavølli í dag. B36 vann ikki minni enn 5-1. Hjá KÍ var hetta fyrsta tapið á heimavølli í næstan eitt ár. Men hjá nøkrum leikarum var hetta fyrsta tap í longri tíð, eisini tá vit telja útidystir uppí.


Hjá KÍ var hetta fyrsta tapið í landskappingini yvirhøvur hjá Hørði Askham og Ólavi Niclassen. Hjá báðum var tað landskappingardystur nummar 12, har teir taptu sín fyrsta landskappingardyst fyri KÍ í bestu deildini. Hjá Hørði bleiv fyrsta tapið sostatt ímóti sínum fyrrverandi felagi.


Hjá KÍ liðskiparanum Jonas F. Rasmussen var hetta fyrsta tapið síðani ÍF dystin í fjør summar. Men hetta var næsta tapið seinastu 41 dystirnar hjá honum.

Lýsing Lýs her...