Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Fyrsti sigurin hjá U21 landsliðnum á Tórsvølli


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.10.2017 - 11:02

Lýsing Lýs her...

Ongantíð áður hevur U21 landsliðið vunnið á Tórsvølli.


Við stórspæli frá Meinhardt E. Olsen, Teit Jacobsen og Jákupi Thomsen, sum skoraðu hvør sítt mál, megnaðu Føroyar at skora 3 mál og harvið vinna 3-1 á Georgia á Tórsvølli týskvøldið. Hetta var ein av flottastu sigrunum í U21 landsliðssøgu. Hetta var sætti sigurin hjá U21 landsliðnum. Fimm av teimum eru komnir á heimavølli, men ongantíð áður hava Føroyar vunnið á Tórsvølli. Sigrarnir eru antin komnir á Svangaskarði ella á ovara vølli í Gundadali. Annars kann nevnast, at A-landsliðið hevur tvær ferðir vunnið á Tórsvølli, móti Grikkalandi og Andorra.


2017: Føroyar-Georgia 3-1 (Tórsvøllur)

2014: Føroyar-Montenegro 1-0 (Svangaskarð)

2010: Føroyar-Andorra 3-1 (ovari vøllur í Gundadali)

2009: Lettland-Føroyar 0-1

2009: Føroyar-Russland 1-0 (ovari vøllur í Gundadali)

2007: Føroyar-Aserbadjan 1-0 (Svangaskarð)


Mynd: Álvur Haraldsen

Lýsing Lýs her...