Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Gadus farin nýggjan túr


Skrivað hevur Orð og myndir: Dávur Winther 16.10.2017 - 19:00

Lýsing Lýs her...
Áðrenn fráferð í dag kl. 18, varð hildið møti umborð við Torleif Johannesen og Pól Johannesen

Ólavur Biskupstøð er skipari og við eru 32 mans. Torleif Johannesen bar eina heilsan frá Sjómanskvinnuringunum við ynski um gott fiskarí. Men við sær hevði hann eisini jólapakkar til manningina.

Tó at jólapakkarnir eru kærkomnir við ein slíkan túr (jólatúr), so væntaði manningin, at teir náddu at koma heim fyri jól, tí teir hava góð 400 tons at fiska henda túrin - ikki fullan túr.

Higani verður ynskt góðan túr.

Lýsing Lýs her...