Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Gakk ella renn á Summarfestivalinum


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 09.08.2017 - 12:50

Lýsing Lýs her...

Kom við til rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2017" á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin kl. 12.00 á Summarfestivalinum

Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar vinningarFrá Føroya Bjór:

- 3 x gávukort á 320 kr. frá Føroya Bjór
- 3 x t-shirt frá Føroya Bjór
- 5 x 6 p
akk av Jolly Cola

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur: “Gakk ella rennfyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialafelagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Ætlanin er eisini, saman við Føroya Bjór, at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum.

Aftaná renningina er møguligt at fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór

Lýsing Lýs her...