Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen

Lygn oman á lygn!

Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Gott lag á útróðrarmonnunum á Stongunum


Skrivað hevur Oliver Joensen 05.01.2017 - 15:03

Lýsing Lýs her...

Allir bátarnir hava fingið væl av fiski og hartil er prísurin bæði á toski og hýsu í topp. Oddmar Niclasen, formaður á Bragd sigur, at teir helst hava selt síni knapt 14.000 pund fyri einar 160.000 krónur ella meira. Tað var eitt sindur av vindi nú vit komu inn, men annars var veðrið hampuligt í nátt. Tá vit tosaðu við Oddmar fyri løtu síðani, var hann á veg norður aftur gjøgnum Kalsoyarfjørð. "Veðurmaðurin sigur einar 20 metrar um sekundið, at vindurin skal verða, so vit blíva helst eitt sindur høgligari enn í gjár. Men høvdu vit fingið 100 pund á stampin, so hevði dagurin í morgin eisini verið góður, tí prísurin er góður. Vit hava 60 stampar við."

Peter Joleiv Svøðstein, skipari á Líðhamri segði tá vit tosaðu við hann ímeðan teir landaðu til NFCS, at sum hann hevði fingið at vita, so hevði Líðhamar selt tey 16000 pundini, teir høvdu í lastini í dag, fyri umleið 200.000 krónur. 

Eisini Kallanes og Norðsøki, ið høvdu ávikavist 9.000 pund og 10.000 pund gjørdu ein góðan dag í dag.

Tað sum eisini er sera hugaligt er, at bátarnir royndu ikki á Sama stað, teir vóru spjaddir frá vestanfyri Sadoynna til ein landnyrðing úr Fugloynni og sum sagt, allir fingu.

Lýsing Lýs her...