Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Goymslufólk 
– starv í frystigoymsluni í Norðhavnini (Ánirnar)


Skrivað hevur Faroe Ship 09.10.2017 - 20:25

Lýsing Lýs her...

Vil tú starvast í einum spennandi umhvørvi, har tingini ganga skjótt, og hvør dagur hevur við sær nýggjar avbjóðingar, so er møguleikin her. Faroe Ship sóknast eftir goymslufólki til frystigoymsluna í Norðhavnini í Ánunum.

Vit vænta, at tú arbeiðir skjótt– men samstundis hevur nærlagni til at gera tingini ordiligt, tí góðska og tænasta eru okkara fremstu eyðkenni.

Umframt dagliga arbeiðið við landing, lossing og goymsluumsiting verður tú høgra hondin hjá leiðaranum á pakkhúsinum og skal tí vera til reiðar at átaka tær leiðsluuppgávur og virka sum formaður, tá tørvur er á tí.

Arbeiðsplássið
Frystigoymsla og havnarlagið í Ánunum er eitt dynamiskt stað, har fiskur og farmur verður landaður dagliga, so tú fært fingurin á pulsin hjá fiskivinnuni.

Arbeiðsuppgávur

  • landing og lossing
  • avgreiðsla
  • vørumóttøka og avskipan


Faroe Ship er størsta flutningsfyritøka í landinum. Faroe Ship samstarvar við feløg um allan heim. Tí er umráðandi, at tú ert før/ur fyri at samskifta við kundar. Góðir málsligir førleikar í donskum og enskum (í skrift og talu) eru tí neyðugir.

Tú skalt vera klár/ur til at arbeiða skeivar tíðir.

Førleikar

Tú hevur í minsta lagi koyrikort til bil og trukk og skal helst hava royndir frá arbeiði á goymslu/pakkhúsi, umframt handfaring av skjølum og KT. Útbúgving innan lagur ella logistikk er ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú:

  • dugir væl at veita góða tænastu
  • hevur góð samstarvsevni og ídni
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt


Setanarviðurskifti

Talan er um fast fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu í mun til førleikar. Arbeiðsstaðurin er í Klaksvík.

Umsókn
Umsóknir saman við ævilýsing skulu sendast til jobs@faroeship.fo í seinasta lagi 20. oktober 2017. Nærri fæst at vita um starvið frá Roberti Poulsen, leiðara á goymsluni, á telefon 549055.
www.faroeship.fo

Lýsing Lýs her...