Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



GPS


Skrivað hevur tórbjørn jacobsen 03.10.2017 - 23:53

Lýsing Lýs her...

Tað er trupult at vera vanligur eygleiðari, nú heiður og æra skulu flytast ímillum fólk og flokkar, eftir at løgtingsfíggjarlógaruppskotið er komið á tingborð. Tað skal ein neyvur GPS´ari til, fyri at finna vegin fram í politiska táminum, og fjølmiðlarnir megna ikki heilt at halda okkum fákunnuðu á rásini.

Havi verið burturstaddur í vikuskiftinum, tað kann vera ein orsøkin, men afturkomin ígjárkvøldið sást í Degi & Viku, at borgarstjórin í Havn var illa heitin av, at Landsstýrið nú ætlar at veita fyritíðarpensjónistum ein lætta. Tað var nú serliga fíggingin av hesum lættanum, sum ørkemlaði hana – fyri rættvísisins sakir. Tí tað vísir seg at vera soleiðis, at landið fær eina inntøku av hesum lættanum, meðan føroyskar kommunur verða spentar fyri lættingarvagnin, og skulu gjalda hesa landspolitisku raðfestingina. Kristina Háfoss fer grópandi niður í kommunukassarnar eftir 25,3 milliónum krónum uttan nakra fráboðan frammanundan ella nakra hoyring yvirhøvur. Helt meg hoyra, ímillum orðini, at Annika Olsen hugsaði um hetta sum størsta ránið í kommunukassunum í nýggjari tíð.

Hetta er ikki rætt. Hetta er bara tað næststørsta ránið í somu kassum í nýggjari tíð. Annika Olsen framdi sum almannamálaráðharri nógv tað størsta ránið yvirhøvur. Tað var, tá hon smoygdi eldraøkið niður um akslarnar á kommununum. Bara fyri at taka eitt dømi, so mátti Runavíkar kommuna orsaka av hesum læna slakar 30 milliónir til íløgur, og síðani hava vit goldið áleið 9 rakstrarmilliónir krónur um árið úr kommunukassanum í eldraøkið, sum vit samstarva við Nes- og Sjóvar kommunu um.

Men politikkur er nú eisini taktikkur. Sonja bleiv ov dýr sum 17. maður hjá samgonguni, tí mátti leggjast á annan bógv. Onkursvegna hevur tað í hesi vurderingini eydnast samgonguni at kyrra Jógvan Skorheim afturat sær. Borgarstjóran í Klakksvík. Hann ger eina avtalu við samgonguna um alla fíggjarlógina fyri 2018, og afturfyri fær hann 25 milliónir krónur til Klakksvíkar Sjúkrahús. Júst tær somu 25 milliónirnar sum Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen drena úr kommunukassunum. Veit at hetta er selektivt sett upp, men til ber at siga, at Gamla Sjálvstýrið er orsøkin til, at føroysku kommunurnar nú koma at gjalda fyri allar ætlaðar útbyggingar og umvælingar tey næstu árini á Sjúkrahúsinum í Klakksvík, ið landið annars, sum øll vita, eigur.

Ídag var Háfoss í Útvarpinum, og boðaði frá øllum tí góða hon hevði gjørt fyri kommunurnar, men har vantaðu fleiri millumrokningar, sum journalisturin ikki loftaði, m.a., at eftirlønargjaldið ikki hækkaði við tí eina lovaða prosentinum í 2016. Ein vaksandi Samhaldsfasti skuldi líkasum kompensera fyri hesum missinum tá, men nú verður hann bara brúktur uppá hvamsvís sum undanførsla til øll minni og størri politisk rán í føroyskum kommunukassum.

Annars er tað hugaligt, at yvirskot er komið aftur í landsins kassa. Men fleiri munnu spyrja hvussu út hevði sæð, um Ríkisveitingin, eftirlønarskatturin, tilfeingisgjøld og fæið frá uppboðssølum ikki var ein partur av hesum øllum. Tá hevði hallið verið áleið 1 milliard krónur. Í alra bestu tíðum og mesta hákonjunkturi. Hví rópar ongin varskó?

Summa summarum, so bíða føroyskir kommunumenn nú eftir serliga teimum trimum: Paula Trond Petersen, Kristini Michelsen og Heðini Mortensen. Tveir núverandi borgarstjórar og ein fyrrverandi. Allir samgongumenn. Megna teir at steðga ráninum í kommunukassunum á 25,3 milliónir krónur, ella eru teir snildisliga skvisaðir út, og Sonja Jógvansdóttir, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard tikin inn í hitin ístaðin? Tveir av teimum, Pauli og Kristin, eru fíggjarnevndarlimir, tí vita teir av hesi raðfestingini, annars er nógv broytt í tilgongdini til eina fíggjarlóg, men vit vita ikki um fíggjarmálaráðharrin tók teir í eið, áðrenn uppskotið kom á tingborð.

Hvussu fer at vignast? Man ránið fara at eydnast? Ja, tað fer at spyrjast - um livst

Lýsing Lýs her...