Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Grát, mítt elskaða fjølmiðlaland! Grát, mítt elskaða føðiland!


Skrivað hevur Bergur Jacobsen, prestur (mynd: Dávur Winther) 16.06.2017 - 15:03

Lýsing Lýs her...
Nú hevur kringvarpsstýrið valt at seta ein stjóra til Kringvarpið, ið als ongar fjølmiðlaroyndir hevur, og sum kemur frá einum stjórastarvi í mest falleraða orgnisatoriska ruðuleikanum í Føroyum

Onki av hesum verður sagt sum ein persónlig viðmerking um, ella álop á, setta stjóra, ið eg als ikki kenni, hvørki fyri ilt ella gott! Kanska fer hann at roynast sum besti kringvarpsstjóri nakrantíð, tað kann bara tíðin vísa! Men, hetta verður sagt sum ein viðmerking til menniskjaligu tilfeingisneyðina innan fjølmiðlaheimin í Føroyum. 

Kringvarpið er ikki ein nóg stórur stovnur til bara at hava ein umsitingarpáva sitandi í einum fílabeinstorni. Víst eru tær umsitingarligu uppgávurnar mangar og stórar, men eitt ávíst hegni innan fjølmiðlaheimin, og ikki bara tað at vilja vera stjóri, er eisini alneyðugt í hesum føri. 

Ella!!! 

Er tað veruliga so galið, at tað ikki grælar so frægt í nøkrum fjølmiðlafólkum innan føroyska málsøkið, at ongin av teimum kundi verið eitt boð uppá eitt hóskandi leiðaraevni til Kringvarpið? Ella hevur kringvarpsstýrið onkra dulda dagsskrá, sum vit vanligu fólk ikki fata? 

Illa er statt millum fjølmiðlafólk, og tí loyvi eg mær enn einaferð at siga: Grát, mítt elskaða fjølmiðlaland! Grát, mítt elskaða føðiland!
Lýsing Lýs her...