Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Greiður sigur til VB á Stjørnuni


Skrivað hevur Oliver Joensen 08.10.2017 - 16:25

Lýsing Lýs her...

VB avgjørdi dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki

Í mun til seinasta kappingarár, so er liðið Stjørnuni viknað nakað. Ella (Petersen) Samson og Una Váðklett eru ikki við, tí tær eru báðar við barn. Tóra Eliasen, sum er ein av berandi kreftunum á liðnum, sat í dag uttanfyri við skaða, sum hon fekk í landsdystinum móti Svøríki herfyri.

Harafturímóti vísur VB-liðið seg at verða væl fyri í ár, m.a. er liðið styrkt við fýra donskum leikarum.

Tað gekk annars rímiliga javnt á allan fyrra hálvleik, tá Stjørnan í dag tók móti VB. Unga sjørnuliðið vær væl við, munurin var, at tær brendu so nógvar upplagdar málmøguleikar Hálvleiksstøðan var 9-14 til VB.

Dysturin bleiv avgjørdur fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Stjørnuleikarnir vóru ov ótolnir í álopsspælinum, og avsluttaðu ov skótt og vánaligt, og tað gav VB møguleikar til skjótálop. Tá seinni hálveikur var 10 minuttir gamal, hevði VB økt um leiðsluna til 21-11, og so var dysturin í verunleikanum avgjørdur. Endaliga úrslitið gjørdist 32-18 til VB.

Lýsing Lýs her...