Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Grønlandsbók


Skrivað hevur Stiðin 14.11.2017 - 14:56

Lýsing Lýs her...

Mikudagin kemur bókin “Danmark Føroyar Kalaallit Nunaat Ein áheitan á danska fólkið” út. Framløga verður hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag kl. 10

Hetta er nevnliga ein týðing av tí bók, sum skiparafelagið gav út í 1939 á donskum fyri at greiða dønum frá hvussu illa donsku myndugleikarnir fóru við føroysku sjómonnunum í Grønlandi. Bókin hevði helst vakt ans í Danmørk eins og hon gjørdi tað í Føroyum, um so var, at danir vóru slopnir at lesa hana, men tað sluppu teir ikki. Donsku bókabúðirnar sýttu fyri at selja bókina. Lítið batti, at bókin beinanvegin varð týdd til íslendskt og kom út har sama ár, í 1939.

Suni F. Jacobsen, okkara mikli táttayrkjari, heldur hesa bók vera so týdningarmikla, at hann hevur týtt hana til føroyskt og hevur gjørt eina væl hóskandi bókakápu av Sisimiut, sum sæst handan jarngirðing, ein hóskandi ímynd av tí stongsli, sum grønlendingum var fyri.

Í bókini eru nakrar frásagnir um tað føroyingum var fyri í Grønlandi í hesum árum. Har fáa vit at vita um Pola í Dali, Jens í Dali, Jens Paula í Dali, Kristian í Hvannasundi, Esbern Kirke, Dia á Vertshúsinum, Jákup Andrias á Mýruni, Jóan Petur hjá Mórisi, Mortan í Hvannasundi, Kaj hjá Mortani, Niclas Hovgaard, Óla Jákup Jensen, Óla á Hellu Olsen, Oskar Hjelm, Símun Poulsen á Polo og Sofus Petersen á Sólarris.

Tórbjørn Jacobsen, sum hevur drúgvar royndir av at sigla í Grønlandi og sum hevur lisið hesa bókina fyri mongum árum síðani á donskum, hevur heiðrað forlagið við at siga nøkur orð í sambandi við hesa útgávu.


Lýsing Lýs her...