Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Harmonikukonsert fyri næstan fullari kirkja


Skrivað hevur Helgi Abrahamsen 09.01.2017 - 09:02

Lýsing Lýs her...

“Eg eri heilt ótrúliga væl nøgdur við konsertina. Eg hevði vóna at tað fóru at koma kanska eini 20 - 30 fólk, men her bleiv næstan full kirkja.” Tað sigur Juel Høgnesen, sum sunnudagin skipaði fyri eini harmonikukonsert í Leirvíkar kirkju við heimskenda norska harmonikuspælaranum Håvard Svendsrud.

“Hetta hendi so knappliga. Eg skrivaði til hansara á facebook um møguleikan at koma til Føroya at spæla, og hann segði at hann kundi koma beinan vegin,” sigur Juel. Hann tók av og vónaði tað besta, men hann viðgongur, at tá ódnirnar herjaðu í desember fór hann at ivast, hvussu hetta fór at verða, men tað gekk alt fínt.

Tónleikurin sum Håvard Svendsrud spældi á konsertini var ikki tað sum vit føroyingar vanliga seta í samband við harmonikuspæl, men var meira klassiskt.

Konsertin var ókeypis, og Juel Høgnesen stóð einsamallur sum fyriskipari. Spurdur hvussu hann hevur fíggjað hetta sigur Juel Høgnesen stutt og greitt:

“Hetta er ein jólagáva til mín, sum eg deili við onnur.”


Videobrot frá konsertini kann síggjast her


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=y9jNz3dZhZY]


Lýsing Lýs her...