Laksateljari beinleiðis



Úr myndasavninum




Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



HB formaðurin: 50/50 møguleiki


Skrivað hevur Jákup Ósá 10.07.2013 - 14:47

Lýsing Lýs her...

Finnbogi Arge væntar, at tað skal ein rættuliga gott HB avrik til fyri at koma víðari í Europa League hóskvøldið.

Hóskvøldið spæla HB og ÍBV á Tórsvølli. Fyrri dysturin í Íslandi endaði 1-1. Finbogi Arge er formaður í HB og hann sá eisini fyrra dystin.

- Íslendingarnir eru fysiskt sterkari og eisini skjótir. Meðan okkara í samanspælið og teknikki eru eins góðir og til tíðir betri enn teir. Javnleikur haldi eg var eitt rættvíst úrslit, tí vit høvdu eisini okkara møguleikar. Men vóru teir neyvari, so kundu teir havt vunnið dystin, sigur Finnbogi.

Hann væntar ikki, at HB fer at fáa tað eins lætt og EB/Streymur fekk tað við 5-1 sigrinum týskvøldið.

- Tað verður ein harður dystur, har vit mugu fremja eitt sera gott avrik, um vit skulu koma víðari. Nú eru vit á heimavølli og hava vónandi nógvar áskoðarar í rygginum. So eg vildi mett møguleikarnar sum 50/50 fyri at koma víðari, sigur Finnbogi.

Hann vónar at síggja nógvar áskoðarar á Tórvølli.

- Vit høvdu heldur ynskt at spælt á ovara vølli, har vit til dagligt venja og spæla. Men nú hann ikki bleiv góðkendur, so mugu vit liva vit at bíða til næsta ár, tá vøllurin verður skiftur. Tað vóru nógvir áskoðarar til dystin há EB/Streymi , so vónandi er tað eisini ein ábending um, at nógv fólk verður til dystin hóskvøldið, sigur Finnbogi Arge. Samstundis dylur hann ikki fyri, at teir eru eitt sindur skuffaðir av áskoðaratølunum í landskappingini, tá hugsað verður um góðu støðuna á stigatalvuni.

Lýsing Lýs her...