Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!


Skrivað hevur Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins 15.10.2017 - 08:06

Lýsing Lýs her...

Afturvendandi heystboðskapurin, sum farna samgongan tíbetur fekk steðgað, varð tíverri aftur at hoyra fyrst í vikuni, tá boðað varð frá, at allar sjúklingaviðgerðir, uttan lívsneyðugu, verða avlýstar tað, ið eftir er av árinum

Er tað tí at peningur manglar í landskassanum?

Nei, so er ikki.

Tíðirnar eru so góðar fíggjarliga, at “yvir flýtur”. 158 mió. eru í yvirskoti í ár og væntandi 460 mió. komandi. Og peningur verður settur í búskapargrunn, 23 mió í ár og eftir ætlan 263 mió næsta ár.

Jamen, er tað ikki óført, spyr tú kanska, at seta av til verri tíðir? Jú, so avgjørt, men tað er ikki í lagi, um peningur væntar til grundleggjandi tørvir hjá borgaranum. Tann peningur, sum verður tikin inn í skatti og avgjøldum frá vanliga borgaranum og vinnuni, skal fyrst av øllum brúkast til dagligu tørvir borgarans og ikki til at verða goymdur.

So áheitan Miðfloksins til løgman er einføld, leita inn í títt sosiala hjartað og gev boð um at flyta tær neyðugu milliónirnar frá heiløgu kúnni, Búskapargrunninum, til heilsuverkið.

Dagurin má ikki koma, tá Búskapargrunnurin, alt gott annars um hendan, ella aðrar heilagar kýr verða raðfestar framum grundleggjandi tørvir hjá einstaka borgaranum.


Lýsing Lýs her...