Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Heilsurøktarar og heilsuhjálparar til Norðoya Røktarheim


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 09.11.2017 - 18:19

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Vit sóknast eftir

  • Heilsurøktara í kvøldvakt á setanarbrøki 0,6 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu
  • Heilsurøktara í skiftandi vaktum á setanarbrøki 0,5 at avloysa frá 1. nov. 2017 – 31. aug. 2018, byrjast kann eftir nærri avtalu
  • Heilsuhjálpara í náttarvakt á setanarbrøki 0,5 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu
  • Heilsuhjálpara í skiftandi vaktum á setanarbrøki 0,65 at avloysa frá 1. nov. 2017 – 31. aug. 2018, byrjast kann eftir nærri avtalu

Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Neyðugt er tó av og á at gera broytingar í arbeiðsætlanini, tí mást tú tola at broytingar møguliga verða gjørdar.

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv til heilsurøktarar og – hjálparar

  • Útbúgving svarandi til størvini
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni


Vit kunnu bjóða

  • Fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi fríggjadagin 24. november 2017.

Lýsing Lýs her...