Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Heilsurøktarar til Heimið við Vágna


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 08.11.2017 - 22:00

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Heiminum við Vágna, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Vit sóknast eftir
Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu
Avloysara fyri heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 frá 1.des. 2017 – 30. nov. 2018, byrjast kann eftir nærri avtalu

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Í eindunum á ovaru hæddini búgva 16 fólk, meðan eindin á niðaru hæddini er skipað sum umlættingareind, fyri at stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi - hóast førleikatarn.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Heiminum við Vágna tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsurøktari
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni


Vit kunnu bjóða

  • Fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Merry Hansen, deildarleiðara, á tlf. +298 793440.
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi fríggjadagin 24. november 2017.

Lýsing Lýs her...