Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Heilsutrygd søkir tveir kliniskar dietistar


Skrivað hevur Heilsutrygd 28.07.2017 - 14:19

Lýsing Lýs her...

Um størvini:

  • 1 starv 32 tímar um vikuna at arbeiða í Eysturoy og Norðoyggjum at byrja 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Runavík og í Klaksvík.
  • 1 avloysarastarv 40 tímar um vikuna frá 1. oktober 2017 til 30. september 2018 at arbeiða í Suðurstreymoy, Sandoy og Vágum. Starvsstaðurin er í hølum í læknaviðtalunum í ávikavist Tórshavn (Gundadali og Miðlon), á Sandi, í Kollafirði og í Miðvági.

Størvini fevna um:

  • Heilsufakliga kostráðgeving og dietviðgerð eftir ávísing frá kommunulækna
  • Einstaklinga-ráðgeving til vaksin við typu 2 diabetes, prediabetes, hjarta-æðrasjúku, KOL, maga-tarmtrupulleikum, trupulleikum av ovurfiti og føðslutroti
  • Einstaklinga-ráðgeving til børn, ið viga ov nógv ella eru í ringum trivnaði
  • Roknað verður eisini við, at tú kanst stíla fyri undirvísing fyri sjúklingum, sum hava tørv á tí í samband við kostviðgerðina
  • Ráðgeving í mun til fakligar fyrispurningar frá kommunulæknum, borgarum og øðrum, ið hava kostfrøðiligar spurningar
  • Uppsøkjandi arbeiði í sambandi við starvið
  • Kostviðgerðin og sjúkugongdin verður skrásett í Cosmic (talgildu heilsuskipanini)

Endamálið við hesi tænastu er at kostráðgevingin verður veitt so tætt at borgaranum sum gjørligt. Roknast kann tí við nakað av koyring sum liður í arbeiðinum.

Tað er ein treyt, at umsøkjararnir eru sinnaðir at virka í einum toymi av kliniskum dietistum, sum longu virka í restini av landinum. Dentur verður lagdur á at uppbyggja heilsufakligu kostráðgevingina í Føroyum, og tí mugu tey, ið verða sett, vera fús at samstarva við aðrar starvsbólkar í heilsuverkinum.

Tú:

  • Hevur autorisatión sum kliniskur dietistur
  • Hevur hug at menna kostráðgevingina í Føroyum
  • Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu
  • Dugir at síggja møguleikar og kann gera hugskot til veruleika
  • Hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Hevur evni at laga teg til broytingar

Vit bjóða:

  • Eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv
  • Eitt fjølbroytt og mennandi starv
  • Eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning

Lønar- og setanartreytirStørvini verða sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið. Størvini verða sett undir Heilsutrygd í eini skiftistíð, og mugu umsøkjarar tola broytingar í setanarviðurskiftunum.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 2, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. august. kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Anitu Højgaard, kliniskan dietist á tlf. 793033 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa á tlf. 794003.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...