Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Herfølge á vitjan í Klaksvík


Skrivað hevur Tíðindaskriv 18.10.2017 - 21:45

Lýsing Lýs her...

Hósdagin 19/10 kl. 16:00 spæla KÍ - Herfølge venjingardyst á Djúpumýru (árgangur 2004)!

Í hesum døgum hevur KÍ árgangur 2004 vitjan av Herfølge Boldklub.

Herfølge ferðalagið býr saman við okkara leikarum, og koma at venja saman. Venjingardystur verður ímillum liðini hósdagin kl. 16:00 á Djúpumýru. Síðani verður ein Mini-Steypakapping ímillum Herfølge, KÍ, NSÍ og Skála fríggjadagin og leygarmorgunin. Øll liðini møta hvørjum øðrum, og vinnarin fær handa steyp leygarmorgunin kl. 11:30 latið av Klaksvíkar Kommunu.

Skrá fyri kappingina:
Fríggjadagin 20/10 kl. 16:00
KÍ - Skála (Klaksvík)
NSÍ - Herfølge (Runavík)
Fríggjadagin 20/10 kl. 20:00
KÍ - NSÍ (Klaksvík)
Skála - Herfølge (Skála)
Leygardagin 21/10 kl. 10:00
KÍ - Herfølge (Klaksvík)
NSÍ - Skála (Runavík)

Okkara málmanslegenda Jákup F. N. Mikkelsen vann Danska Meistaraskapið við Herfølge!

Hósdagin fer Herfølge hópurin sightseeing túr runt landi. Fríggjadagin fara teir við okkara leikarum í skúla.

Klaksvíkar Ítróttarfelag setur prís uppá hjálpina Klaksvíkar Kommuna, skúlin við Skúlatrøð, foreldur, NSÍ, Skála og onnur hava víst í samband við hesa vitjanina!

Lýsing Lýs her...