Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Hetta sigur Skála í málinum um Michal Przbylski


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.09.2017 - 20:28

Lýsing Lýs her...

Michal Przbylski hevur ikki spælt nakran dyst uttan arbeiðsloyvið, sigur Kaysten Rasmussen, sum hevur ábyrgd av besta liðnum hjá Skála.


Fyrr í summar var greitt, at Skála miðvallarleikarin, Michal Przbylski, ikki kundi spæla dystir, tí hann ikki hevði arbeiðsloyvið. Hann spældi ikki við í fýra teimum fyrstu dystunum eftir summarsteðgin. Síðani hava fólk spurt m.a. í sosialu miðlunum, um hesin leikarin hevur spælt uttan arbeiðsloyvið fyrr í ár og kanska undanfarnu ár.


Eingin ótti á Skála

Á Skála taka teir tað púra róligt burtursæð frá, at teir enn ikki eru leysir av niðurflytingarstríðnum, har missurin av júst Michal Przbylski hasar fýra dystirnar kanska eisini ávirkaði gongdina keðiliga vegin. Men kring arbeiðsloyvið hevur Skála einki skeivt gjørt sambært Kaysten Rasmussen, ið hevur ábyrgdina av besta liðnum hjá Skála, tá tað snýr seg um viðurskiftini runt um liðið.

- Fyrst av øllum so er Skála Ítróttarfelag ikki ein partur av málinum við arbeiðs- og uppihaldsloyvinum hjá Michal. Michal hevur búð í Føroyum, síðani hann var 2 ár, og hevur spælt fótbólt í Føroyum síðani hann var 6 ár og er ikki í Føroyum uppá ítróttarloyvið. Í fótbóltstermologi-ini er hann ikki útlendingur, men føroyingur. Tískil hava vit ikki skyldu at spyrja um arbeiðsloyvið, og loyvisumsitingin hevur flutt leikaraloyvið til okkum, tí arbeiðsloyvið var í lagið, gangi eg útfrá. 3. juli fær Michal skriv um, at arbeiðsloyvið fyribils var gingið út, tí ein permanent umsókn um uppihaldsloyvið er undir viðgerð. Tí valdu vit ikki at brúka hann, til hann aftur fekk arbeiðsloyvið tann 18. august, sigur Kaysten Rasmussen við Norðlýsið.

Lýsing Lýs her...