Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Hitt ein serfrøðing


Skrivað hevur Íverksetarahúsið og Hugskotið 10.01.2017 - 19:02

Lýsing Lýs her...

Ókeypis tilboð til íverksetarar, sjálvstøðug og nýggjar fyritøkur.

Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, so hevur tú nú møguleika at fáa serkøna hjálp ókeypis.

Íverksetarahúsið og Hugskotið skipa í felag hósdagin 12. januar fyri tiltakinum ‘Hitt ein serfrøðing’, sum er eitt tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

Hentir upplýsingar:

Hvar:Íverksetarahúsið, Garðavegur 57, 700 Klaksvík

Nær:Hósdagin 12. januar, kl. 16:00 – 18:00

Prísur: ókeypis og kaffi, the og annað gott verður at fáa

Tilmelding: Melda til á iverksetan@iverksetan.fo ella hugskotid@hugskotid.fo

Hesir ráðgevarar vera at hitta:

Brynhild Absalonsen frá Vinnuframa:

Stuðulsmøguleikar

Ráðgevi frá BankNordik:

Møguleikar fyri fígging

Birita Sandberg Samuelsen advokatur frá Sókn:

Fá tað juridiska uppá pláss

Niels Uni Dam frá Nudlavirkið

Marknaðarføring. Búðmerki, lýsingar, heimasíður, online marknaðarføring v.m.

Óli Joensen frá Januar:

Bókhald, roknskapur, granskoðan v.m.

Garðar O. Justinussen og Nicholas Nielsen frá TAKS:

Stovnan av virki, mvg v.m.

Tiltakið er fyriskipað á tann hátt at tá ið tú møtur í Íverksetarahúsinum liggja seðlar tú kanst taka. Tú tekur teir seðlar tú kundi hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. T.d kanst tú taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16:00 til 16:20 og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16:20 til 16:40. Tú kanst taka so nógvar seðlar sum tú vilt, tó bara ein frá hvørjum ráðgeva. So tað ræður um at møta í góðari tíð, og taka teir seðlarnar tú ynskir.

Íverksetarahúsið og Hugskotið

Lýsing Lýs her...