Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Hørður gleðir seg at møta B36


Skrivað hevur Jákup Ósá 18.03.2017 - 16:09

Lýsing Lýs her...

- Tað verður ein løgin kensla at spæla ímóti B36, har eg kenni allar leikararnar øgiliga væl, men tað er eisini ein dystur, ið eg gleði meg til, sigur Hørður Askham undan dystinum sunnudagin.


Sunnudagin verður dystur millum B36 og KÍ í Gundadali. Fyri ein leikara verður hetta kanska nakað serligt, tí tað er fyrsti landskappingardystur, har 22 ára gamli Hørður Askham skal spæla ímóti B36 í bestu deildini.

- Tað verður eitt sindur løgið, má eg innrømma, tí eg kenni teir allar í B36 øgiliga væl. Men eg gleði meg nógv til dystin, sigur Hørður Askham við Norðlýsið. - Eg vænti ein góðan stemning. Bæði liðini ynskja nokk at stýra dystinum, so tað verður ein dystur við høgari leikferð og nógvum nærdystum, vænti eg. Styrkin hjá B36 er, at teir duga væl at stýra dysti og leikferð. Teir hava nógvar góðar fótbóltsleikarar á liðnum sum Lukasz Cieslewicz, Róald Jakobsen og so eru onkrir góðir nýggir leikarar eisini komnir til, sigur Høður Askham undan dystinum í morgin.


Ikki nøgdir við Skála dystin

KÍ byrjaði landskappingina við at spæla 0-0 javnleik á heimavølli móti Skála.

- Vit fingu ikki spælið at koyra handan dystin, men hildu teimum frá stórum mál møguleikum. Hetta var fyrsti dystur og tá er tað ofta eitt sindur rótut. Tað sóu vit eisini í hinum dystinum, har NSÍ t.d. bara fekk javnleik móti EB/Streymi, sum teir vanliga ikki hava trupulleikar av. So liðini skulu líka koma í gongd, sigur Hørður. 


Stórtrívist í KÍ

Hørður Askham letur væl at fyrstu tíðini í KÍ.

- Tað hevur verið posetivt yvirraskandi. Tað hevur verið stuttligt at verið partur av KÍ hópinum higartil. Eg eri væl móttikin, og allir mans hava tikið væl ímóti mær. Samanhaldið í hópinum er gott og allir mans eru øgiliga seriøsir og fokuseraðir. Ein merkir eisini, at leikararnir eru svangir, sigur hann.


A-landsliðið

Í næstu viku skal Hørður við A-landsliðnum, sum fer at spæla landsdyst í Andorra. Hetta er fyrstu ferð, at Hørður er úttikin til A-landsdyst.

- Tað kom óvæntað á, at eg skuldi fáa landsliðsboð nú. Nú er hetta fyrstu ferð eg eri ordiliga við, og tí skal eg finna meg til rættis í hópinum. Eg vænti ikki at fáa spælitíð, tí Lars Olsen segði, at eg var ein, sum hann skuldi hyggja nærri eftir. So eg fari at gera mítt allarbesta til venjingarnar, soleiðis at landsliðvenjarin fær eitt gott inntrykk, sigur Hørður Askham.

Lýsing Lýs her...