Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Hvar er løgmaður


Skrivað hevur John William Joensen 21.04.2017 - 10:33

Lýsing Lýs her...
Høgni Hoydal var júst á tingsins røðarapalli og segði at tað var trupult at finna semju um fiskivinnupolitikkin og at tað breyt í baði borð, tí sjálvt feløg sum áður vóru jalig nú vóru ímóti. Kári P. Højgaard, spurdi hví løgmaður var farin av landinum og bert lata standa til nú samgongan ikki kundi semjast um fiskivinnupolitikkin.

Formaður Sambandsflokksins segði tað verða sera óheppi at alt bíðaði eftir at tingið kundi avgreiða ”Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017”.

- Svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv og skip lógu og bíðaðu eftir at sleppa til fiskiskap. Tað kann ikki góðtakast at Høgni Hoydal bara segði seg vóna at fiskivinnumálini skjótt fóru at verða avgreidd, segði Bárður Nielsen.
-------
Baði Poul Michelsen og Høgni Hoydal hava í morgun annars avsannað at nakað bræv er sent millum samgonguflokkarnar. Hetta stríðir beinleiðis ímóti váttaðum upplýsingum sum vit hava fingið í gjárkvøldi.
Lýsing Lýs her...