Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Skrivað hevur Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður 18.03.2017 - 01:37

Lýsing Lýs her...

Í løgtingslóg nr 14/2002 stendur klokkuklárt: citat:“Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er aftrugoldið. Tá lánið er afturgoldið, verur partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum.”

Fyri okkum vanligu deyðiligu, er onki at ivast í hvat stendur.

Men hjá landstýrismanninum í samferðslumálum stendur nakað annað enn øll onnur síggja so sera greitt.

Er Hendrik Old settur at útinna tað í Løgtingið hevur samtykt. Ella er Hendrik Old omanfyri lógina ?


Lýsing Lýs her...