Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Hvar eru nýggju íverksetarafyritøkurnar


Skrivað hevur Birgir Waag Høgnesen 14.03.2017 - 18:15

Lýsing Lýs her...

Vit kenna Looknorth, Bergfrost, Føroya Bjór, Pelagos, Klaksvíkar Sleipistøð, Borg, TTS –el & maskinur, Kósin, Kemilux, Vestpack, Guðrun & Guðrun, lemmavirkið í Vági, Bryggjariið Okkara, Varðin, Waag, Vónin, Eik, Tryggingin, Føroya Tele, PM heilsøla, Vodafone, Smyril Line, KJ Hydraulik, Frost, Leif Mohr, Elding, SMS, Reyni Service, Auto Service, Navia, Poul Hansen Heilsøla, Høvdavirkið, Tavan, Bakkafrost, Havsbrún og fleiri onnur.

Hinvegin er trupult at koma í tankar um nakra nýggja fyritøku setta á stovn seinastu 10 árini. Jú, gaman í, onkur er stovnað og nakrar verkætlanir eru í gongd og arbeitt verður við oljuskiljarum, telduspølum, brennivínseksperimentum og onkrum øðrum. Men eina íverksetarafyritøku, sum er etablerað og hevur fingið fótin fastan, er straks verri at fáa eygað á ...

Og hetta hóast eitt stovnsumhvørvið er ment til endamálið. Í mun til fyri 10 árum síðani eru sjónligu framstigini, at eitt íverksetarahús er komið í Klaksvík og Tórshavn hevur eisini sett á stovn eitt íverksetarahús. Somuleiðis er felag við 13 ymiskum privatum íleggjarum stovnað at reka eina granskingarlund.

Tað eru nøkur ting sum eru undrunarverd. Tað sær út fyri mær, at fyritøkur sum eru “up coming” fáa pening sum ískoyti til sjálvt hugskotið, eisini til marknaðarføring.

Etableraðar fyritøkur fáa pening til marknaðarføring, men hvar eru nýggju fyritøkurnar sum skulu seta fer á føroyska búskapin.

Íverksetaraumhvørvið í Føroyum hevur í nógv á verið “up-coming”, kann tað blíva við at vera “up coming”? Tað er ikki nøkur framleiðsla við fleiri starvsfólkum, sum sæst aftur í okkara samfelag, har ein nyggj íverksetarafyritøka er miðpunkti – ella fari eg skeivur?

Hvar eru allar verkætlanirnar? Hvar eru øll íverksetarahúsini ella íverksetaradeplarnir, sum skuldu plaserast kring alt landið í samstarv við kommunurnar. Eru íverksetarar heilagar kýr ella er stættin beind burtur í onkran kjallara? Hvar eru hesir kjallarar og hvussu nógv “pengaprojekt” eru í gongd har?

Vit vita væl, at ein verkætlan er fyri tað mesta loynilig, tí ikki er gott um onkur tekur hugskotið, men eru vit ikki komin hartil, at vit mugu fáa at vita, hvat vit kunnu rokna við. Eru verkætlanir á veg, sum kunnu gera sítt til at seta gongd á búskapin? Ella er bert talan um “hygguprojekt”, sum eftir lokna royndartíð skulu hava hjálp til føðingina og eftir tað eisini skulu hava hjálp at “liva”.

Dastið av ætlanum, sum man hoyrir um, og helst fleiri enn tað, seta ikki og fara ikki at verða við til at seta okkara búskap í gongd, sum tað sær út nú. Eg seti mítt álit á nýggja vinnumálaráðharran – hann veit – um nakar – hvat hetta gongur út uppá, og hann hevur power og styrkina at satsa og veit hvat tað merkir. Og ikki minst havi eg vónir til telestjóran Jan Ziskasen, ið er komin í nevndina í Íverksetarahúsinum.

Í okkara grannalondum eru íverksetarahugurin sera stórur. Har kann man máta, hvussu nógvar avleiddar krónur koma í almenn kassan av teim nýggju vinnunum. Sum eg skilji, so hava grunnar her á landi arbeitt miðvíst fyri, at mest møguligur peningur fer beinleiðis til íverksetaran. Men hvar blíva projektini av?

Til ber at søkja um stuðul til íverksetararáðgeving til vinnuligar ætlanir, bæði í sambandi við byrjandi virksemi og tá ið talan er um at víðka kapitalgrundarlagið undir eini íverksetarafyritøku. Vøkur orð, men hvar eru fyritøkurnar og úrslitini?

Dentur verður sum skilst lagdur á at fáa føroyskar fyritøkur út í heim at selja sínar vørur og tænastur. Stuðul er játtaður til verkætlanir við tí endamáli at styrkja um søluliðið og -arbeiðið uttanfyri Føroyar. Ein spurningur er, um tað er neyðugt at hendan fíggjarorkan verður brúkt uppá søluliðið. Danska útflutningsráðið, sum er deild undir Danska uttanríkisráðnum, hevur umboð á øllum konsulátum og øllum sendistovum kring heimin (út við 100 í tali), so har er eitt sera sterkt sølulið, sum vit kunnu nýta. Møguliga skulu vit til at brúka pengarnar á annan hátt og geva íverksetarunum pengarnar heldur enn at “føða” hugskotið og enntá “gøða” hugskotið, tá tað liðugt.

Vit kunnu í hvussu so er siga, at umstøðurnar hjá einum íverksetara í Føroyum eru góðar. Vit kunnu byrja við tí nýggjasta. Nú kunnu íverksetarar stovnað partafelag við einari krónu í byrjunarkapitali og ikki 80.000 kr., sum tað var áðrenn.

Partafelagsskatturin 18 %, sum er ein tann lægsti um okkara leiðir. Íverksetarastuðul er møguligur. Stuðul til marknaðarføring er eisini ein møguleiki. Við Framtaksgrunninum og øðrum grunnum fæst váðafúsur kapitalur til nýggju fyritøkuna, um mett verður at fyritøkan hevur vakstrarpotentiali.

Møguleikarnir er nógvir, ja heilt nógvir, men hvar bleiv føroyski íverksetarin av – er hann framvegis “up coming”? Og hvar eru úrslitini fyri pengarnar, sum vit leggja í hesa vinnu?

Lýsing Lýs her...