Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Hví blíva fiskifrøðingarnir við at rokna skeivt ?


Skrivað hevur Eyðun Hansen, Vestmanna 23.06.2017 - 14:51

Lýsing Lýs her...

Nú kom so tilmæli frá Havstovuni fyri 2017/18 tað er sama søgan hvørt ár. Skera meira av døgunum og stongja fleiri økir.

Hví blíva fiskifrøðingarnir við at rokna skeivt ?

Jú grundin er einføld.

So leingi sum fiskifrøðingarnir ikki vilja viðganga, at toskurin á Føroya grunninum, gerð, sum alt annað livandi, her á jørð, tá føðin blívur vekk, fer hann aðrastaðni fyri at finna meira føði,fáa teir ongantíð nakrar rættar stovnsmetingar.

Teir vilja heldur ikki lurta eftir fiskimennum sum fiska úti á havinum alt árið, teir síggja natúr broytingarnar,við æti,fiski, fugli litið á sjóðnum. fleiri ár áðrenn fiskifrøðingar.

Í 1000 ár hava Føringar vita at fiskurin kemur og ferð alt eftir hvar føðin er.

Mannasøgnin sigur, at alla tíð síðan menn settust her á landi, hevur tað verði ymist við fisk undir landinum, ella rættari, ymist til fong úr sjónum. Viðhvørt var ørgrynna av fiski, bæði á víkum og firðum og so komu aftur ár, tá teir so at siga ikki drupu livandi, á nakrari leið, hvørki nærri ella fjarri. Tá slík ár fullu saman við misvøkstri, bæði í bø og haga, vóru livikorini út av lagi vánalig.

Kunngerð nr.94 frá 4 juli 2011 Tað vóru 2 árgangir, sum blivu vekk, aftaná eitt langt liggjandi illveður.

http://www.nordlysid.fo/so+er+aftur+fritt+at+fiska+inni+vid+land.html

Tað kom fyri, at sildaskipini fingið onkrar toskar og upsar í gørnini, tá tey fiskaðu 70 – 100 fjórðingar norðan fyri Føroyar, langt uttan fyri landgrunnin. Onkutíð tá tíð , koyrdu teir snellurnar út, fyri at fáa fisk til matna og at gramsa, tá royndu teir djypri, tá fingu teir ofta fullar dergur av bæði stórum toski ella stórum upsa.

Nú hava granskarar, fingið tosk niðri á næstan 3000 metrum. Er tað forkláringin um feil, stovnsmetingarnar hjá Havstovuni.

https://www.kystmagasinet.no/nyheter/fant-torsk-der-havet-er-flere-tusen-meter-djupt/

Føroyski toskurin hevur minst 2 møguleikar, at finna føði tá ongin føði er her, tað er at fara upp í sjógvin ella fara niður í dýpið sum gongur her ífrá og langt Norð um Svalbard

Tá kvoturnar í 1996 mátti avtakast í úrtíð, tí tær ikki kundu brúkast.

Fingu fiskifrøðingarnir til uppgávu, at rokna kvoturnar um til eina fiskidagaskipan. Tá komu teir til eitt tal uppá 61.980 so bleiv sikkurheits faktorur uppá 20 % trektur frá um onkur feilur skuldi verði komin í.

Tá vóru 49.585 dagar eftir sum blivu deildir út á teir ymisku skipabólkarnar. Síðani eru fiskidagarnir skerdir niður til 19.130 á innaru leið, og nú vilja teir skerja meira. nógvir dagar liggja óbrúktir, sum eisini var meiningin við fiskidagaskipanini, tá ið minni var av fiski. Og skuldi so koma innaftur, tá meira fiskur kom

Havstovan skrivar eisini um, at fáa javnar fiskastovnar, tað hevur ongantíð verði undir Føroyum og blívur ongantíð, og mær vitandi heldur ikki nakra aðrastaðni.

Tað hjálpir ikki at friða toskin, men klára fiskifrøðingarnir, at fáa æti at støðast her, fer fiskurin eisini støðast her.

Onki verður nevnt um at helvtin av grunninum eru stongdir - veiðitrýsti er minka niður í 30 % av tíð sum tað var í 96/97.

Sildin kemur her um vári og etur fiskarogn. Makrelurin kemur her um summari og etur yngul. El nino. sjófuglurin hevur veri vekk. Toskur etur toskayngul. tá tað er litið av føði.

Onki um, hvussu teir ætla, at fáa nógv meira fisk uppá land, tá teir blíva við at minka veiðutrýsti og steingja tær bestu fiskileiðirnar

Man má fiska fiskin, tá hann er inni á grunninum, áðrenn hann etur alla føðina tí tá føðin er etin, etur hann sín egna yngul, tá verður skjótari til fiskaloysi verður aftur.

Um 50 seyðir koma inn á trøð, sum er til 5 seyðir, mugu teir rekast út aftur, annars fáa allir ov lítið at eta.

Havstovan hevur haft F.B. Í 10 ár. Hví er ongin toskur har nú?

Nú vil Havstovan nokta fyri, at onnur skip skulu sleppa inn á F.B. fyrr enn teirra yvirlitstrolingar vísa, toskastovnurin er komin uppá miðal støddina sum hann var árini 1996-2002 Tað vil siga ongantíð, Teir hava gjørt royndir í 35 ár við Magnus Heinason, uttan at nøkur roynd hevur hevur verði álítandi.

Eingin trolari hevur fiska á F.B síðani1987 og fyri 10 árum síðani tá línuskipini ikki sluppu at fiska á F.B meir, var nógvur fiskur har.

Bert Magnus Heinasson hevur gjørt yvirlitstrolingar á F.B.

Hví tora teir ikki at lata nakran annan trolara gera nakrar yvirlitstrolingar á F.B.

Ætla teir at kanna sínar egnu yvirlits trolingar sjálvir?

Hvør minnist ikki, at ICES tilmælti, at stoppa allari toskaveiðu í 1994. Tað var eftir upplýsingum, sum teir høvdu fingið frá Havstovuni, sum ikki vil lurta eftir nakrari vitan frá fiskimonnum, sum er uppbygd ígjøgnum 1000 ár.

Tá fingu vit eisini kvotur á.

Tá bleiv eisini sagt, alt var niður fiska og at tað kom at taka minst 8-10 ár at byggja fiskastovnarnar upp aftur, men ½ apríl bleiv rok fiskarí. Fyrst hjá trolbátinum, síðani byrjaðu hinir eisini at fáa tosk, men toskurin tók ikki línu fyrr enn á hesti 1995

Í 1996 fingu politikarnar eyguni upp fyri hesum fiskifrøðingum, sum hava lisið 3 – 4 ár í Norra og bert ganga eftir pappírum, og avtóku kvoturnar.

Nú sær út til at politikkararnir aftur hava læti eyguni aftur og lurta eftir friskifrøðingunum, men eg vóni at teir opna eyguni aftur og lurta eftir teimum sum eru í vinnuni áðrenn skaðin hendur aftur

Og nú sær nógv betur út við natúruni. Nógv Nebbasild er til og fiskastovnarnir eru á veg upp eftir.

Meira skipini royna á øðrum leiðum,og minni skipini royna á Føroya grunnum meira vilja fiskifrøðingarnir skerja tey

Eftir hesum tilmæli, sum onki hevur við veruleikan at gera, má man tonkja hvønn arbeiða teir fyri, Føroyar ella friðingar felagsskapir?

Vestmanna 23 06 2017

Eyðun Hansen

Lýsing Lýs her...