Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Í Klaksvík er akslakirurgi


Skrivað hevur Jóhann Lützen 12.10.2017 - 16:20

Lýsing Lýs her...

Við at hyggja í aktivitetskalendaran hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi sæst at, í viku 45 er akslakirurgi á skránni

Í miðlunum um dagarnar sæst, at fólk liva í pínu orsakað av at tey ikki sleppa framat á Landssjúkrahúsinum, tí pengarnir eru uppi. Vit hava lisið um ungan argjamann í miðlunum, hvørs lívsgóðska er í botni orsakað av, at hann hevur ein akslaskaða og hevur fingið at vita frá LS, at hann ikki kann fáa neyðugu viðgerðina. Hann fær ikki sovi fyri pínu, fær ikki arbeitt og hevur næstan fingið tunglyndi av støðuni. 

Fyribilssetti stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur upplýst at peningurin er uppi og Landsstýriskvinnan ætlar sær tískil í fíggjarmálaráðið eftir meira pengum. 

Samskipanin millum sjúkrahúsini tykisti ikki at verða til staðar, tí tá Norðlýsið kannaði málið, komu vit skjótt eftir, at júst akslakirurgi er á skránni í Klaksvík í viku 45, tað er frá mánadegnum 6. november.  

Vónandi lesir leiðslan á LS hesar linjur, ringir til argjamannin og fær hann á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hann kann fáa neyðugu viðgerðina.  

Sí aktivitetskalendarin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi her.



Lýsing Lýs her...