Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



IKKI MEIRA ENN RÍMILIGT VIÐ SOLIDARISKARI GJALDSKIPAN


Skrivað hevur Lasse Klein 10.01.2017 - 16:42

Lýsing Lýs her...

... eiga at verða takksom fyri at solidariska skipanin hevur staðið sína roynd og skapt so stóran framburð. Solidariski íløguhugurin hjá tí almenna í Vágum er eitt gott dømi.

Lógin um gjald av nýtsluni av undirsjóvartunlinum um Vestmannasund, byggir á uppruna lógina frá 1988. Har var eingin ivi um at gjald skuldi takast fyri koyring. Tað var heldur eingin ivi um at tað var hetta sum vágafólk ynsktu, og tað lá eisini í kortunum, at hetta var hátturin slíkar íløgur skuldu fíggjast eftir í framtíðini. Mett var at tað lat seg ikki gera á annan hátt. Ein sokallað solidariskt skipan, sum skuldi galda fyri alt samfelagið. Hetta var leisturin. Øll góðtóku hann. Eisini fólk úr Vágum og Norðoyggjum.

Teir steðgaðu og gykla ókeypis

Tá uppskotið um tunnil um Vestmannasund upprunaliga sá dagsins ljós, lógu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Vágum og snork svóvu, og vaknaðu ikki upp fyri enn onnur høvdu serverað teimum ein undirsjóvartunnil á einum silvur fati tann 17. mars 1988, men hóast hetta, eydnaðist tað Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum seinri komu í samgongu, at steðga tunnilsarbeiðinum um Vestmannasund, eftir at tað almenna samb. óváttaði tíðindi hevði brúkt einar 50 mió. kr., uppá hetta arbeiði við lántøku frá útlendskum lánistovnum. Nøkur ár seinri løgdu teir nýtt uppskot á ting, og fyri gykla í dag fólki, at ætlanin var tey skulu sleppa at koyra ókeypis, tá “bert” nýggja lánið var útgoldið. Ikki eitt orð verður tá nevnt um allar hinar milliónirnar, sum tað almenna við lántøku og kontantum inngjaldið, hevði brúkt áðrenn arbeiði í seinra umfari var uppafturtikið.

Politiskt afturúr sigldir

Hetta hongur ikki rættiliga saman. Einki er ókeypis, og skulu vit byggja land, og tað skulu vit, so mugu vit øll vera við til at gjalda kostnaðin. At fyri gykla fólki, at tá eitt lán er útgoldið, so er alt ókeypis, er at kasta torvmold í eyguni á teimum. Hetta er bara ikki so einfalt.

Tey flestu eiga at minnast, at Vágarnar, áðrenn 1985 vóru politiskt afturúrsigldar á rættiliga nógvum økjum í mun til støðuna á t.d. meginøkinum, og at hetta hendi meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu umboða øki í mong ár. Ætli á ongan hátt við hesum, at niðurgera ella finnast at teirra leikluti, men bert lýsa støðuna á ein objektivan hátt. Til teirra rós kann kortini leggjast aftrat: “Gott fyri tey, hevur veljarin stutt minni”, og at teir hava dugað væl at gjørt sær dælt av politiska arbeiðinum hjá øðrum samgongum.

Solidariska menningin

Almennu Føroyar hava solidariskt síðani 1985 við sínum íløgu áhuga, verið beinleiðis orsøkin til, at kommunurnar í Vágum eru sera væl fyri fíggjarliga: orsaka av undirsjóvartunlinum um Vestmannasund, bygging av hangari á flogvøllinum, goymsluhøll til SL á flogvøllinum, arbeiðsskapandi tiltøkini í sambandi við stovnsetingina av Atlantic Airways, flyting av tyrlutænastuni til Vágarnar, yvirtøka av teknisku og oprerativu umsitingini av tyrlutænastuni, keyp av tyrlu, keyp av ferðamannabáti til Mykinesar og útbygging av flogvøllinum. Hetta hevur beinleiðis verið orsøkin til, at kommunurnar í Vágunum hava havt ráð at gjalda fyri: nýggjar skúlar, vøggustovur,- barnagarðar, eldrasambýlið, sethúsaøkir, ídnaðarøkir, ítróttarøki, vegir og havnir og økt um fólka grundarlagið, so at fólk trívast. Hugtakandi solidarisk menning.

Tað er skjótt at gloyma, men tað er ikki meira enn rímiligt, at vit øll kunnu verða takksom fyri at solidariska skipanin hevur staði sína roynd, og hevur verði orsøk til so stóran framburð. Tað eiga vit at verða takksom fyri, og vóna at eisini onnur økir í landinum kunnu fáa gagn av hesum framburði. Bert soleiðis menna vit Føroyar. Vágarnar er eitt gott dømið.

Lasse Klein,

fyrrv. landsstýrismaður

í samferðslumálum

Lýsing Lýs her...