Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Innkomuvegurin verður til tunnil í Krákugjógv


Skrivað hevur Tórshavnar Kommuna 15.02.2017 - 08:00

Lýsing Lýs her...

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, skjýtur nú upp nýtt alternativ til verandi loysn fyri sokallaða innkomuvegin til Havnar. Ístaðin fyri klandur og stríð um ein dýran og fløktan innkomuveg gjøgnum bæði bygt øki, komandi byggiøki og náttúruøki, so mælir hon til at gera tunnil av Hvítanesi í Krákugjógv.

- Innkomuvegurin hevur verið ein trupulleiki í mong ár og hann er tað framvegis, serliga tí at ikki slepst undan, at hann partvíst verður lagdur gjøgnum bygt øki og beint gjøgnum komandi vakstrarøki hjá høvuðsstaðnum, sigur Annika Olsen.

- Persónliga meini eg ikki, at vit kunnu leggja ein innkomuveg gjøgnum túnini hjá fólki ovast í Hoyvíkini og síðan gjøgnum bygt øki allan vegin yvir á Marknagilsvegin.

- Heldur ikki haldi eg tað vera skilagott at vænta, at øll tunga ferðslan fer norðureftir frá tunnilsmunnanum og so upp gjøgnum brekkurnar í ætlaðu loysnini. Tá er nógv lættari hjá teimum at snara til vinstru oman til Havnar og standa í bíðirøð á Hvítanesvegnum, akkurát sum tey altíð hava gjørt.

- Eg havi tí sett fólk at kanna og koma við einum uppskoti um eina tunnilslinju frá Hvítanesi og til Krákugjógv, møguliga Hotel Føroyar. Eitt boð fer helst at fyriliggja longu í komandi viku.

- Tunnilin kemur helst at kosta um 80 túsund meturin. Spurningurin er tí, um henda loysn er stórvegis dýrari enn tann ætlaða við langari vegaføring, brúgvagerð og tunli millum Villingardalsvegin og Hotel Føroyar, tá allir snøklar eru roknaðir við, sigur Annika Olsen.

Málið er tikið upp við landsstýrið og verður nú lagt fyri býráðið til umrøðu og støðutakan. Tekningar og kostnaðarmeting koma helst í næstu viku.

Lýsing Lýs her...