Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



INTEGRASJÓN: “Nýkomin til Føroya”


Skrivað hevur Tidindaskriv 21.04.2017 - 10:29

Lýsing Lýs her...

Útlendingastovan útgevur nú bókling til útlendingar á føroyskum við heitinum “Nýkomin til Føroya”. Hetta er føroyska útgávan av enska bóklinginum, “New to the Faroe Islands”, sum samstundis kemur út í aðru útgávu við einstøkum dagføringum.

Bóklingurin snýr seg um viðkomandi upplýsingar frá almennum stovnum og ymsum tænastuveitarum. Í høvuðsheitum snýr tað seg um hesar sjey partar:

· At flyta til Føroya

· Frálæra í føroyskum og føroyskari mentan

· Arbeiði

· Heilsa

· Børn, skúli og útbúgving

· Ferðafólkaflutningur og aðrar tænastur

· Frítíð

Harumframt eru til hvørt evnið fleiri tilvísingar til hvussu mann kemur í samband við stovnin ella tænastuna, sum ein hevur brúk fyri. Til dømis kunnu nevnast heilsutænastur í Føroyum, tøka tulkatænastu, hvussu ein stovnar eina bankakonti.

Bóklingurin er fyrst og fremst ætlaður tilflytarum og teirra familjum, men kann annars eisini vera eitt hent amboð hjá øðrum, so sum starvsfólkum, ið hava við tilflytarar at gera.

Bóklingurin er eisini tøkur í talgildum formi á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni, bæði á enskum og nú eisini á føroyskum máli. Harumframt verður hann lagdur út á einstøkum almennum stovnum og hjá kommunum verður hann handaður útlendingum, sum fáa p-tal.



FAKTA

Blaðsíður: 93
Á enskum og føroyskum máli
Í prentaðari og talgildari útgávu (www.utlendingastovan.fo/fo/nykomin)
Útgávuár 2016: á enskum
Útgávuár 2017: 2. útgáva á enskum og 1. útgáva á føroyskum
Útgevari: Útlendingastovan
Tilfar: Samskipað og lagt tilrættis av Útlendingastovuni saman við yvir 20 øðrum almennum stovnum

Lýsing Lýs her...