Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Javnaðarflokkurin valt nýggja tingbólkaforkvinnu og nýggja 1. næstforkvinnu


Skrivað hevur Javnaðarflokkurin 07.09.2017 - 17:27

Lýsing Lýs her...

Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna verður tingbólkaforkvinna og 1. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum frá 14. september at rokna

Tá nevndarsessirnir í tingbólki Javnaðarfloksins vórðu býttir, eftir at samgongan varð skipað 14. september 2015, varð avtalað í tingbólkinum at býta sessin sum tingbólkaformaður ímillum Jónleif Johannesen og Helenu Dam á Neystabø.

Komandi 14. september hevur Jónleif Johannesen verið tingbólkaformaður helvtina av valskeiðinum, og tá tekur Helena Dam á Neystabø við sum tingbólkaforkvinna.

Sambært lógini hjá flokkinum, so er formaður tingbólksins eisini 1. næstformaður í flokkinum. Hetta inniber so, at Helena nú eisini verður 1. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum,

Helena Dam á Neystabø hevur sera drúgvar royndir í politikki bæði sum løgtingskvinna, sum landsstýriskvinna og sum býráðslimur.


Lýsing Lýs her...