Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Jósef


Skrivað hevur Jóannes M. Olsen 11.08.2017 - 09:02

Lýsing Lýs her...

Ólavsøku røða løgmanns bar í sær m.a. eitt sera gott og týðningarmykið dømi um ein av størstu statsmonnum søgan veit um at siga, nevniliga mannin Jósef, hana kendi løgmaður eins og vit ommur frá barnsbeini, okkara táverðandi barnaskúli bar hana í sínum skjøldri eins og heimini gjørdu tað, hann nært við, hvussi hann í barnaskúla í Klaksvík hevði hoyrt søguna á fyrsta sinni. Møguliga roknaði hann tá neyðvan við á ólavsøku í 2017, sum føroya løgmaður á Tingsins røðarapalli kom at umrøða henda statsmann- ein sólskinnssøga- takk fyri Aksel.

Orð bera mangan lív í sær, mátti tað hent í hesum førinum, hvat antin kýrnar,Fárao droymdi um, við Nilánna vóru væl ella illa í holdum, so loysti Jósef trupuleikan, hóðast hann persónliga fleiri fer nærum var farin fyri ongum. Men hann var vísur nokk at leiða tjóðina, stórur nokk at fyrigeva brøðrunum, skjilagóður nokk at fata, at tað var Harrin sjálvur, íð framdi nógv størri verk í lívi hansara við tí bjargingar verki hann við vilja og hjálp hansara framdi fyri táverðandi mannaætt.

Sum áhoyrari og áskoðari og áður partur av polittiska lívinum á tingi, har ein kundi hoyra Jósef verða nevndan fyri sín vísdóm og guðsótta tá íð man helt tað vera neyðugt.

Hesar reglur snúgva seg ikki um polittisku viðgerðina av løgmannsrøðuni men um mannin Jósef løgmaður minti á og fekk okkum onnur at hugsa um. Havi hoyrt mangan politikara bæði heima og burturi umrøtt nevnda persón, ikki minst onkran doktara í guðfrøði og polittikari, sum vísti á hvussi Jósef má hava nívst av tí sviki brøður hansara vóru atvoldin til ímóti honum,fyrst skuldu teir avlíva hann, men broyttu hugsan og seldu hann til medianittiskan keypman sum kom framvið, hesin seldi hann víðari til Egyptalands, til Potifar hirmann og lívvarðarhøvdingi Faro. Til seinast vísti hesin á at navni Jósef sum granskarir søgdu vera tað sama sum sonur Guds hevur Jesus kristus, navni yvir øllum nøvnum, hugvekjandi-.

Lýsing Lýs her...