Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Judy Jacobsen 70 ár


Skrivað hevur Betty og Jógvan við Keldu 30.09.2017 - 15:08

Lýsing Lýs her...

Judy Jacobsen 70 ár

ein føðingardagsheilsan


Komandi leygardag 30. september fyllir Judy Jacobsen, 70 ár. – Judy er kona Óla á Grømma Jacobsen.

Hetta vælkenda trúboðaraparið  hevur verið sera virkið í heimshøpi, síðani tey møttust í USA á New Tribes Mission bíbliuskúlanum í 1965.

Bæði foreldrini hjá Judy, sum áðrenn hon giftist hevði eftirnavnið Müller, komu úr Týsklandi og búsettust í USA.

Ja, mangt er so løgið, at ein drongur uppvaksin á Ziskatrøð stevnir yvir til USA, har hann møtir eini so serstakari gentu, har bæði foreldrini eru týsk  og við tí viðførinum, hon hevur við sær, týska diciplinið og sum ídag bæði skilir og tosar føroyskt, hóast tey bara eru í Føroyum í lutfalsliga stuttum millumbilum. Ofta verður tosað um Harrans leiðslu og úrslit av tí. Kom at hugsa um,  har vísi Sálomon, sigur í Orðatøkunum, kapitul 30, og versini 18 og  19: Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg ikki fati: Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.

Eftir útbúgvingina á NTM bíbliuskúlanum, høvdu tey í huga at fara til Suðuramerika, men góðu evnini hjá Óla og Judy, og serskilta virðið í henni høvdu við sær, at Óli varð biðin um at verða lærari á NTM bíbliuskúlanum, har tey vóru í 15 ár.

Eftir nøkrum árum, vóru tey biðin um at taka við leiðsluni hjá NTM á Filipsoyggjunum. Har vóru tey í 10 ár.

Tey bæði komu at verða eitt álítandi trúboðarapar, komu við í leiðsluna í NTM og ídag er Óli ein av leiðslutoyminum.

 Tey ferðast rættuliga nógv víða í ymiskum heimspørtum og eru sjáldan heima í USA, geva trúboðarum ráð og eru við til at loysa ymiskligar trupulleikar, sum trúboðarar sjálvandi eisini koma út fyri.  

At Óli klárar hetta, er í flestu grundleggjandi førum eisini Judy fyri at takka. Hann fer valla nakra ferð, uttan hana. Tá fundir eru, bæði við nøkur fá ella størri fundir, er hon fastur skrivari. Hon syrgir fyri øllum, sum hevur við sjálvar ferðirnar at gera, so sum ferðaseðlar og innferðarloyvir o.a. – Óli hevur so mangan sagt, at: Tað sum Judy ger, havi eg fult álit á, og eg havi ongantíð verið svikin.

Komandi 27. januar, um lív og heilsa gevast, hava tey verið gift í 50 ár.

Tey eiga tveir synir, Don, sum er tann yngri,  býr í USA, og Dan, virkar sum trúboðari í Tailandi. Barnabørnini eru 12 í tali.

Samkoman í Betesda hevur nógv at takka hesum báðum fyri. Tað er altíð gott, tá tey vitja og taka lut á møtunum.

Góða Judy, Betty og ynskja tær hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum við ynskjum um framhaldandi góða heilsu og Harrans signing. Tøkk fyri góðan vinskap og trúfesti tykkara

Bestu heilsanir
Betty og Jógvan

Lýsing Lýs her...