Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Kaffelatte-kollveltingin


Skrivað hevur Bjarni Djurholm 19.03.2017 - 23:52

Lýsing Lýs her...

- nú farið verður frá marknaðarskipan til politiska útlutan

Í 2007 samtykti øll politiska skipanin, uttan hóvastak og serliga viðgerð í Løgtinginum, at siga upp øll fiskirættindi at fara úr gildi 1. januar 2018. Sæð í baksýni er tað undranarsamt, at henda uppsøgn bleiv framd, uttan at nakar hevði boð uppá, hvat koma skuldi, samstundis sum tað ikki kvetti úr fiskivinnuni.

Sum fráleið bleiv uppsøgnin eitt hugsjónarligt fitilendi hjá summum búskaparfrøðingum, sum nýdefineraðu hugtakið “ogn Føroya Fólks” at vera bulurin í einum sosialistiskum tankaeksperimenti, har øll høvdu javnbjóðis ognarrætt til hvønn stert, drigin varð av grunnunum.

Kollektivistiskir spunasmiðir

Hóast greið andsøgn var millum nýggju politisku allýsingina og ta upprunaligu frá nítiárunum, so lógu sosialistisku flokkarnir og miðlar ikki leingi á lýsingini, og hava síðani uttan íhald vanskeplað uppruna endamálið og latið hugtakið í ein sokallaðan samhaldsfastan øvundsjúku-ham.

Og nú verður høvuðsvinnan ikki longur lýst sum drívmegin í samfelagnum – nei,vinnan er degraderað til spekulantveldi, sum stjelur “ogn Føroya Fólks”.

Vaksandi rumblið um ognarskapin av sjófeinginum og avleidda populistiska kravið hjá summum frøðingum um uppboðssølu av veiðirættindum, eigur sjónliga innivist hjá sosialistiska landsstýrinum. Tí har eru møguleikar at stýra vinnuni og skipa fyri politiskari útluting gjøgnum mantraið um sokallaða marknaðargrundaða skipan, har “ogn Føroya Fólks” verður umsitin umvegis politiska huglagið hjá kollektivistunum.

At borgarligu flokkarnir ikki megnaðu at samtykkja nýggja fiskivinnuskipan, er ikki til teirra rós. Ístaðin orsakaði atgerðarloysið, at mest kollektivistisku spunasmiðirnir nú sleppa at hóreiggja sær við vinnuni, soleiðis sum teimum lystir. Og tað er ein rein skandala.

Niðurlaðingin

Fyrst í mars avdúkaði landsstýrið so sínar ætlanir. Sokallaða marknaðargrundaða uppboðssølan gjørdist sjálvsagt bulurin undir skipanini, saman við antitrustskipan, sum yvir tíð fer at liða vælriknu reiðaríini í smálutir. Politisk niðurlaðing, sum fer at sindra høvuðsvinnuna við tí úrsliti, at kollektivistarnir sum frálíður fara at hava kjansin at tjóðartaka vinnuna og skipa føroyska KGH’ið, tí hví skal “ogn Føroya Fólks” ikki fyrisitast av fólksins ideologisku tænarum?

Øll skulu jú hava sítt - at so eingin til síðst fær nakað, tað liggur vertin á.

Ætlaða alibi’ið sum hvarv

At tryggja sær alibi fyri kollveltingini, varð nevnd av serfrøðingum sett at orða uppskot um nýskipanina, kortini við so smølum arbeiðssetningi, at landsstýrismaðurin skuldi fáa sín vilja.

Skjótt varð tó almannakunnugt, at nevndin slettis ikki kundi handa nakran skilagóðan politikk, har svarið var givið frammanundan.

Tí fekk landsstýrið svar, sum als ikki var biðið um. Niðurstøðurnar gingu beinleiðis móti arbeiðssetninginum.

Men ráð vóru fyri tí. Landsstýrið valdi at síggja burtur frá mest avgjørdu niðurstøðunum og ávaringunum um uppboðssølu, antitrust, økisútlutan, greinan um útlendskan kapital osfr. Ístaðin bleiv fiskivinnunýskipan kunngjørd, har hugsjónarliga trongdin at kollvelta vinnuna var bulurin - ein “skuffukøka” uppá 105 blaðsíður, har stórar andsøgnir eru frá byrjan til enda.

Ófullfíggjað og uttanumtos

Ikki minst er ógreiðan um sokallaðu miðsavnanina av fiskivinnuni serstakliga illa lýst og eru viðmerkingarnar til lógartekstin snøgt sagt bæði ógreiðar og ófullfíggjaðar.

Til henda partin eru ásetingarnar um uppboðssøluna eisini torskildar og ørkymlandi – tí hvørjar verða avleiðingarnar fyri vinnuna, hvussu sampakka reglurnar um antitrust og uppboðssøluna av veiðiloyvum/kvotum?

Ongar sigur landsstýrismaðurin? Tað skilst so ikki av tekstinum!

Harafturat er landsstýrismaðurn ógreiður, tosar áhaldandi uttanum – tykist, sum er hann hevjaður uppum allar konkretar viðmerkingar. Og tað sleppur hann eisini ótarnaður.

Ístaðin eru bara endurtøkur um, at øll “politisk útluting” skal steðga, og vit skula yvir til “eina marknaðargrundaða skipan” og so verður lagt afturat, at vit mugu hava “breiðar semjur” og at “vinnan skal hoyrast” osfr. Einki av hesum er veruleiki – bara uttanumtos.

Tað ljóðar semjusøkjandi at uppboðssølan bert skal umfata “nýggj rættindi”, skilt sum meirfiskiskapur roknað út sum eitt meðaltal fyri fiskiskapin seinastu árini.

Trupulleikin er bara, at verandi aktørar tá ongan møguleika hava fyri vøkstri. Hetta verður eisini tagt burtur.

Var tað nakar sum tosaði um marknaðarbúskap?

Tøling og deyðatøgn

At tøla ávísar samgongulimir, eru økiskvotur eisini komnar undan kavi. Hetta er sum afturljóð frá fortíðini tá politiska skipanin í sosialistiska landsstýrinum í 80’unum framdi útbygging av fiskivinnuni við økisloyvum, sum endaði sum rein katastrofa fyri landið. Hvussu økiskvoturnar skulu umsitast og hvussu suður- og sandoyingar skulu definerast – ja, tað veit eingin? Sanniliga verður eftirspurningur eftir strámonnum!

Ógvusligu atfinningarnar farnu árini frá táverandi andstøðu um, at verandi lóg heimilar landsstýrismanninum við kunngerðum at skipa partar av fiskiskapinum, eru nú vorðnar til deyðatøgn, nú landsstýrið í nýskipanini hevur ásett omanfyri 50 kunngerðarheimildir – tó uttan so mikið sum at leggja eina einastu kunngerð við til ummælis, so Løgting, vinna og almenningurin fær at vita, hvat landsstýrið hevur í kvittan við okkara høvuðsvinnu.

Og eingin miðil spyr. Hetta var óhugsandi í undanfarnu samgongu.

Bert ávísar røddir

Og orðaskiftið í miðlunum hevur eisini verið sertakliga amputerað.

Tey, sum hava verið handan mikrofonirnar, eru flestu at finna á “eksperimentala” veinginum, fólk sum slettis einki váða, uttan mun til endaúrslitið av ætlaða politiska eksperimentinum.

Eingin rødd hevur verið frá vinnu, verkafeløgum, kommunum ella lokalum myndugleikum annars. Bara (politiskt befongdir) ástøðingar hava greinað tekstin - hava laðað undir og verið sannleiksvitni fyri tí, sum koma skal.

Øll hini - vinna, lokalir myndugleikar, løgfrøðingar o.o. kunnu ikki greiða, hvørjar konsekvensir uppskotið hevur fyri vinnuna ella einstakan skipabólk. Semja er kortini um, at uppskotið er beinleiðis móti øllum, sum líkist marknaðarskipan.

Talan er burturav um planbúskap, við so neyvari politiskari stýring, sum ongantíð fyrr er sædd í Føroyum.

Eisini skulu útlendingar úr vinnuni innan 4 ár. Hvussu skal hetta gerast? Finnast nakrir keyparar, ella er ætlanin, at landið skal ognartaka útlendsku lutirnar?

Spurninguriner tí - er ikki talan um reina ognartøku?

Og hvussu við okkara umdømi, tá politiska handfaringin nú meira líkist støðuni í Zimbabwe, heldur enn í einum vælskipaðum vesturlendskum fólkaræði?

Rósa millum húsini

Nei, pappírið er tolið. Tað er ómaka lættari at sita í kaffelatte selskapi í Havn og leggja sosialistiskar hugsjónarkarmar um høvuðsvinnuna.

Í høvuðsstaðnum liva vit mestsum øll av multiplikatoreffektini av danska blokkinum, sum við smáum tveimum milliardum kr árliga - av sær sjálvum, rósa millum húsini í Havn.

Her er líkasælan fyri fiskivinnuni eyðsýnd. Hinvegin er politiskt leikstjørnaða firtnið um stuldurin av ”ogn Føroya Fólks” farið undir húðina hjá mongum í miðstaðarøkinum.

Øðrvísi er aðrastaðni í Føroyum, har baksast skal fyri tilveruni - har gerandisdagurin er treytaður av tí, sum høvuðsvinnurnar kasta av sær til fyritøkur, verkafólk og kommunur.

Har úti er gerandisdagurin ikki tillært ástøði, ikki leikstjørnað uppáhald, men kontantur og kaldur veruleiki.

Har rósa milliónirnar ikki av sær sjálvum um húsahornini.

Tí kann ein ástøðilig politisk kollvelting av fiskivinnuni fáa vannlukkuligar fylgjur fyri framleiðslu-Føroyar, sum eru grundarlagið fyri okkara inntøkum frá útheiminum og undir okkara framtíð.

Livst so spyrst.

Lýsing Lýs her...