Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



KÍ málverji blivin langtíðarskaddur


Skrivað hevur Jákup Ósá 17.07.2017 - 14:07

Lýsing Lýs her...

Skaðin ger, at tað nú er heilt vist, hvør verjir málið komandi vikurnar.


Tað var í venjingardystinum leygardagin, at KÍ málverjin Meinhardt Joensen kom í ein nærdyst við EB/Streyma leikara. Meinhardt helt fram at spæla, men seinnu vísti tað seg, at hann hevði fingið álvarsligan skaða.

- Eg helt ikki, at tað var so álvarsamt. Men leygarkvøldið bólgnaði knæið og pínan vaks. Tað vísti seg, at liðbondini í høgra knænum høvdu fingið skaða og eg skal binda frið í 8-10 vikur. Eg havi sáttmála næsta ár og ætli mær at venja aftur, og so fáa vit at síggja, um eg fái nakrar dystir móti endanum av kappingini ella eg má bíða til næsta ár við at spæla dystir aftur, sigur Meinhardt Joensen við Norðlýsið.


Seinastu tríggjar dystirnar hevur Meinhardt Joensen vart málið hjá KÍ eftir at Kristian Joensen spældi ein vánaligan dyst móti B36, tá KÍ tapti 5-1. Men skaðin hjá Meinhardt ger, at Kristian Joensen, sum í fjør bleiv valdur til ársins málverja í Effodeildini, fær møguleikan aftur og verjir málið hjá KÍ komandi vikurnar.

Lýsing Lýs her...