Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



KÍ megnaði ikki at skapa spenning í FM stríðið


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 20.09.2017 - 20:58

Lýsing Lýs her...

(Dystarfrásøgn) Tað var heilt nær við at KÍ vann, men endin var, at tað endaði við javnleiki 0-0, sum helst var í tráð við leikgongdina gjøgnum allan dystin. Talan var um javnan dyst, har liðini skiftust at hava yvirvág og har fáir møguleikar blivu skaptir.


Undan dystinum skrivaðu vit, at KÍ var fullmannað til dystin, men tað vísti seg seinni ikki at vera heilt rætt. Hjalgrím Elttør var skaddur og ikki førur fyri at vera á bonkinum, meðan Ísak Simonsen hevði havt sjúku, og var ikki førur fyri at spæla frá byrjan. Ólavur Niclasen byrjaði á vinstra bakki, men annars spældu bæði liðini eins og væntað frammanundan.


KÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki

Fyrstu løtuna av dystinum sást, at KÍ ikki vildi spæla við váða í uppspælinum og royndi seg ístaðin við longum bólti úr verju fram til álopsleikararnar. Helst komst hetta av, at liðið vildi umganga at detta í fellurnar hjá Víkingi, sum er framúr til at revsa mistøk í uppspæli hjá mótstøðuliði. Onkrar vandastøður komu burturúr hesum. Ein stórur møguleiki kom í fyrra hálvleiki og hann fekk Jákup B. Andreasen eftir innlegg frá Albert Adu. Men bólturin bleiv skallaður uppum. Annars høvdu liðini onkrar aðrar royndir, uttan at heilt stóri møguleikin kom. Hjá Víkingi bleiv nógv lagt fyri í deyðbóltum, har tað t.d. bleiv sent nógv fólk fram, um t.d. innkøst vóru nakað frammanfyri miðjuna. Tað góða spælið sóu vit ikki, men KÍ átti munin í dystargongdini í fyrra hálvleiki.


Víkingur betri áðrenn góðan KÍ endaspurt

Í seinna hálvleiki kom Víkingur út sum eitt ódnarveður. Spælið gekk nærum bara fyri seg á KÍ hálvuni, men KÍ megnaði at halda Víkingi frá stórum møguleikum heilt til 74. minutt. Tá misti KÍ bóltin í uppspælinum, og Gunnar Vatnhamar bleiv púra fríður. Hann skeyt tó uppum. Útfrá spælibýtinum í seinna hálvleiki hevði tað kanska ikki verið óuppiborið, um Víkingur kom á odda hesa løtuna. Men eftir hetta, so kom KÍ fyri seg og seinastu 10-15 minuttirnir var KÍ aftur betra liðið, hóast Víkingur als ikki legði seg aftur at verja. Innskifti Ísak Simonsen var við í tí mesta og tvær ferðir var nær við. Í 82. minutti var KÍ nær við at koma á odda, tá innlegg frá Ísak Simonsen endaði hjá Albert Adu, sum skallaði móti málinum, men Elias Rasmussen bjargaði væl. Í yvirtíðini skallaði ein Víkinga leikari beint viðsíðuna av eftir frísparksinnlegg. KÍ fekk hornaspark móti endanum og blakaði alt fram, Víkingur fór í mótálop og Adeshina Lawal bleiv sendur avstað einsamallur móti Jóannes K. Danielsen, tá sóu fleiri kanska, at Lawal fór at avgera dystin sum hann ofta hevur, men Jóannes vann hegnisliga hendan dystin og staðfesti sína góðu byrjan á høgra bakki í Effodeildini.


Víkingur stórt fet móti FM

Tað endaði 0-0, og tað var kanska ikki so óvæntað útfrá dystargongdini. Liðini skiftust um at hava yvirtakið, men hvørgan av liðunum megnaði at skapa nógvar stórar møguleikar. Hjá Víkingi bleiv tað stórt sæð bara vandamikið, tá liðið hevði sínar eyðkendu deyðbóltar, meðan KÍ hevði tveir stórar møguleikar í opnum spæli, men megnaði ikki at fáa nógv burturúr fleiri góðum deyðbóltsstøðum. KÍ megnaði sum fyrsta liðið í Effodeildini í ár at halda Víkingi frá at skora og kann fegnast um, at liðið ikki hevur tapt nakran dyst móti Víkingi síðani 2014. Men tað er lítið at fegnast um afturímóti tí, sum Víkingur hevur at fegnast um, tí nú er næsta føroyameistaraheitið væl á veg hjá Víkingi. 5 stig eru niður til næstu liðini og bara 12 stig eftir at spæla um samstundis sum komandi tvey mótstøðuliðini eru nummar 8 og 10. Hesin dysturin snúði seg um, hvørs vit fingu spenning í FM oddastríðið, men við javnleikinum fingu vit í øllum førum fyribils ikki spenning um FM stríðið. Eftir dystin merktist tað eisini á pørtum av Víkinga leirinum, at hetta var eitt gott úrslit í FM stríðnum. KÍ er nú á 3. plássi og hevur ein sera týdningarmiklan dyst í stríðnum um Europa League pláss sunnudagin, tá HB vitjar. Tí hóast KÍ hevur 8 stig niður til HB, sum er liðið, sum roynir at fáa m.a. KÍ aftur fyri at røkka Europa League, so hevur KÍ eina sera trupla skrá eftir og kann tí missa fleiri stig, um illað vil til. Vinnur KÍ sunnudagin, so hevur KÍ tryggjað sær Europa luttøku.

Lýsing Lýs her...