Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Sunnudagin byrjar eitt nýtt kappingarár við Djúpumýru


Skrivað hevur Nordlysid 10.03.2017 - 18:58

Lýsing Lýs her...

Fyri stóra talið av viðhaldsfólkum hjá KÍ var kappingarárið í fjør ein sannur dreymur, og mong eru tey, sum síðan oktober í fjør hava glett seg, til fyrsta dystin í effo-deildini við Djúpumýru í 2017 - SUNNUDAGIN VERÐUR TAÐ!

 

Talið av viðhaldsfólkum, sum KÍ dróg við sær til finaluna um løgmanssteypið í fjør, er nakað, sum onnur føroysk fótbóltsfeløg bara kunnu droyma um, tí har er KÍ í serflokki nógv tað størsta felagið í landinum.

Tá gjørdu útivið 3000 KÍ-viðhaldsfólk innrás í Havn, umvegis “trappuna” inn á Tórsvøll.

Her niðanfyri er eitt videoklipp frá finaludegnum í fjør heyst, ið vit leggja út sum eina upphiting til sunnudagin, tá ið nýggja kappingarárið byrjar.

Skála kemur á vitjan hjá KÍ við Djúpumýri, og dysturin byrjar sunnudagin kl. 15:00

KOYR Á KÍ

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DoP3ERPp5NE]


Lýsing Lýs her...