Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Eitt umfar eftir: KÍ kann enda nummar 1, 2, 3 ella 4


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 15.10.2017 - 17:23

Lýsing Lýs her...
KÍ vann ein javnan og spennandi dyst í Gundadali í dag. Sigurin sendi KÍ uppá 2. plássið og tá Víkingur tapti sín dyst móti NSÍ, so er tann løgna støðan fyri KÍ undan seinasta umfarinum, at KÍ framvegis kann enda á fýra ymiskum plássum. Ein stórsigur, sum neyvan er realistiskur, ger at FM er møguligt, ein javnleikur ger, at minst bronsan er tryggjað hjá KÍ, meðan eitt tap móti NSÍ ger, at KÍ endar nummar 3 ella 4. 

Fyri kappingina um føroyameistaraheitið hevði tað verið betri, at B36 vann dagsins dyst, nú Víkingur tapti á NSÍ. Tí hóast KÍ enn hevur ástøðiligan møguleika at vinna FM, so er málúrtøkan so nógv til fyrimuns fyri Víking, at tann støðan neyvan verður aktuell.

Talan var um javnan og spennandi dyst í Gundadali. B36 hevði bóltin meir, meðan KÍ var vandamikið, tá liðið fór í skjótálop. 1-0 málið hjá KÍ var eisini millum bestu spældu skjótálopini, ið vit hava sæð í ár í Effodeildini. Jóannes Bjartalíð skoraði eftir uppspæl frá Albert Adu og Hjalgrím Elttør. KÍ kom á odda 2-0, tá Albert Adu skallaði hornasparksinnlegg frá Dion Splidt í málið, áðrenn B36 minkaði um munin eftir hornasparksstøðu, har Høgni Eysturoy hegnisliga skoraði. Dion Splidt staðfesti KÍ sigurin eftir upplegg frá Páll A. Klettskarð í yvirtíðini. Bæði liðini høvdu møguleikar til fleiri mál, men samanumtikið var tað ikki óuppiborið, at KÍ vann dystin. 
Lýsing Lýs her...