Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Kirkjulig vígsla hevur onki bíbilskt grundarlag


Skrivað hevur Bergur Jacobsen, prestur 10.04.2017 - 10:37

Lýsing Lýs her...

Tú finnur ikki eitt stað í bíbliuni sum grundarlag undir kirkjuligari vígslu. Hjúnarlag í bíbliuni var ein avgerð millum partarnar, sum regul foreldrini hjá teimum, ið skuldu giftast (parið sjálvt varð sjálvdan ella aldrin tikið uppá ráð!) 

Kirkjuligar vígslur gjørdist vanligar innan yvirstættina um ár 1000 e.k., tí rómversk katólska kirkjan vildi hava vald yvir øllum lutum. Seint í miðøld bleiv kirkjulig vígsla meira vanlig - av somu orsøk. Luther vildi hava hjúnarlagið út úr kirkjuni, men kundi ganga við til at borgarliga gift pør kundu fáa eitt vælsignilsi í kirkjudurunum.

Tey, sum tvíhalda um kirkjuliga vígslu hava ikki lisið bíbliunna nóg væl, og prædika í veruleikanum eitt dogma, sum rómversk katólska kirkjan hevur uppfunnið!!! Tað er onki ókristiligt við kirkjuligari vígslu, kirkjuliga vigslan stríður, sum so, ikki ímóti bíbilskari læru - men, hon hevur, sum longu nevnt onki bíbilskt grundarlag. Hjúnarlagið hevur tað, men ikki kirkjuliga vígslan!

Tað viðkemur, sum so ikki kirkjuni, um samkynd ynskja at ganga saman í borgarligt parlag, tí kirkjan er ikki "moralens vogter", men uppgávan hjá kirkjuni er at prædika gleðiboðskapin!

Um einstakir prestar ynskja av vælsigna smkynd pør, ið longu eru borgarliga vigd, so eiga teir at hava frælsi til tað - tað kann aldrin vera synd at vælsigna kærleikan, sum er sjálv mynd Guðs.

Sunnanfyri okkum skulu øll hjún á ráðhúsið at giftast, áðrenn tey sleppa í kirkjuna - kannska áttu vit at huksa um eina líknandi skipan.

Orðaskiftið í løtuni er farið heilt av kósini, tí vit dýrka rómversk katólska vanahugsan, heldur enn guðfrøði. Og tað er totalt láturligt at "bíbliutrúgvu" fríkirkjunar nú eisini hava skava vígsluna inn undir seg, og soleiðis gjørt óbíbilsk dogmir hjá tí kirkjusamfelagnum, sum fríkirkjurnar plagdu at kalla "antikrist", til kristna/bíbilska læru.

Lýsing Lýs her...