Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Klaksvíkingur sendi U17 landsliðið í EM endaspælið


Skrivað hevur Jákup Ósá 20.03.2017 - 15:34

Lýsing Lýs her...

Føroyska U17 fótbóltslandsliðið gjørdist søguligt og vann seg í dag víðari til EM endaspælið í Kroatia.


Føroyar skuldu vinna dystin og samstundis skuldi Kypros tapa móti Írlandi. Og tað var hetta sum hendi. Føroyar vunnu 2-1 og Írland vann 2-0 á Kypros. Við hesum endaðu Føroyar á 2. plássi við 4 stigum. Sjey av átta 2 arum sleppa víðari, og har er skipanin soleiðis, at talt verður saman stig móti nummar 1 og 3 í bólkinum. Har eru Føroyar longu betri enn Portugal, meðan nógvir av hinum bólkunum ikki eru avgreiddir enn. Tískil eru Føroyar í EM endaspælinum og tað hevur einki fótbóltslandslið hjá Føroyum megnað áður og nærum einki landslið hjá Føroyum í liðítrótti. Sostatt er talan um eitt av bestu úrslitunum hjá Føroyum nakrantíð.


Tórur Jacobsen fekk høvuðsleiklutin

KÍ hevði bara ein leikara á landsliðnum, men hesin fekk høvuðsleiklutin. 16 ára gamli Tórur Jacobsen, sum í ár er partur av Effohópinum hjá KÍ, skoraði fyrra málið hjá Føroyum í dag. Hitt málið skoraði Hanus Sørensen úr Fc Midtjyllandi. Nevnast kann, at Tórur eisini skoraði 2 mál í undankappingini til hetta millumspælið, tá Føroyar spældu 2-2 javnleik móti Luksemburg í avgerandi dystinum fyri at sleppa víðari. Sostatt er Tórur skrásettur fyri 3 mál í 5 U17 landsdystum á vegnum til endaspælið, ið verður í Kroatia í summar. Hann er sostatt toppskjútti hjá liðnum.


Norðlýsið ynskir U17 landsliðnum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.  


Mynd: Hans Erik Danielsen

Lýsing Lýs her...