Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Upplivið lívið á Flemish Cap


Skrivað hevur Helgi Abrahamsen 17.02.2017 - 14:12

Lýsing Lýs her...

  • Kjartan Kjartanson, stýrimaður, sigur frá søgum av Flemish Cap.
  • Sigmar Bláberg, rithøvundur, sum hevur skrivað tvær bøkur um stállínuskipini, sigur frá skipum á Flemish Cap.
  • Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður, hevur samrøður við menn, sum hava roynt á Flemish Cap.
  • Zacharias Hammer, filmsmaður, hevur sett saman gamlar 8 mm filmar til ein film sum varar í 20 minuttir. Filmarnir eru frá tíðarskeiðinum 1965 til 1984.
Lagt er upp til eitt spennandi tiltak í Miðhøllini á Skúlatrøð, leygardagin klokkan 15, tá søgur av Flemish Cap, og alt sum tí hoyrir til, verða sagdar og vístar.

Tú kanst á filmi síggja lívið umborð - á dekkinum í góðveðri og í ódnarveðri, síggja menn draga og seta línu, og vitjað verður eisini í egningarskúrinum og á kømrunum hjá manningini.

Myndir eru eisini frá, tá ið teir eru inni í St. John og Harbour Grace, har vit síggja býin og vitja handlar og vertshús.

Seksti og sjeyti ára tónleikur, ið menn høvdu við sær heim úr New Foundlandi verður at hoyra í filminum.

Serligur kapittul í fiskivinnusøguni

Fiskiskapurin við Flemish Cap og har um leiðir er ein serligur kapittul í fiskivinnusøguni hjá Klaksvík. Tó kann ein ikki taka seg aftur í, at hetta var til tíðir eitt hart lív og onkuntíð vardu túrarnir uppí hálvt ár. Ein greiðir frá, at teir fóru avstað undan jólum, og vóru ikki heima aftur, fyrr enn eftir Norðoyastevnu.

Lýsing Lýs her...