Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Komedi ella tragedi?


Skrivað hevur Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther) 07.09.2017 - 17:38

Lýsing Lýs her...

William Heinesen sáli var dúligur at flenna at føroyingum, og mundi av fyrstan tíð ikki vera so væl lýddur av teimum havnafólkunum, ið seinnri heiðraðu honum við kyndlagongum, næstan aðruhvørja vikju. Hann dugdi um nakar at síggja tað komiska, og stundum kannska tragiska í atferðini hjá føroyingum (møguliga serliga havnafólki?)

Og kannska eru føroyingar nakrir serlingar, komiskir ella tragiskir. Í øllum førum, so sær heimurin rættuliga ørvísi út, sædur uttanífrá, heldur enn innanífrá (úr Føroyum). Sumt sum fær grannar okkara at øtast, yppa føroyingar akslar at. Og okkurt, sum øsir føroyingar, fær ikki eld í krútið hjá grannum okkara.

Onkusvegna ræður ein viðvendur logikkur í Føroyum, sum onnur ikki skilja – og kannska er tað væl at so er, tí møguliga er hettar ein partur av yvirlivilsismekanismuni í lítla samfelagnum? Um føroyingar skulu uppá gos, so má tað antin snúgva seg um Guð, stertar ella undirlív!

Onkur hevur kannska huksa og undrast eitt syndur um arbeiðsmarknaðarhugsjónirnar hjá nýggja kringvarpsstjóranum, nú hann saksøkir sínum nýggja arbeiðsplássi og harvið eisini sær sjálvum, fyri ærumeiðing, stutt áðrenn at byrjar í sínum nýggja starvi.

Umheimurin øtast við! Men nevnir tú málið fyri einum føroyingi á heimabeiti, so hyggir hon/hann at tær við sama eygnabrá, sum ein hundur ið júst hevur fingið ein góðaan bita, og síðandi eitt gypp í gumpin - hundurin skylir onki av nøkrum!

Í frammkomna heiminum man tað næstan vera eitt eindømi, at ein nýsettur stjóri saksøkir sínum egna stovni og starvsfólki – í hesum førum fyri ærumeiðing. (Her skal eg ikki verja tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum), men makan til arrogansu og væntandi empati skalt tú leita leingi eftir! At byrja sín fyrsta arbeiðsag í kríggji við sínar meðarbeiðarar boðar ikki frá góðum aðrastaðnis í heiminum – men, kannska er hettar ikki galdandi í Føroyum?

Ella kannska hevur nýggji Kringvarpsstjórin og tey sum settu hann aðrar hugsjónir og fyrimyndur – ikki minnst hjá Trupmh, ið hevur mangar tilhangarar í Føroyum. Ella kannska hjá Erdogan, ið hevur eina heilt aðra fjølmiðlaáskoðan? Who knows?

Truth is often stranger than fiction, siga bretar. Veruligi føroyingurin er helst sjáldsamari enn tey i skaldaheiminum hjá Williami!

Lýsing Lýs her...