Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Kransakøkurnar, sjampanja og sjálvrósið - nú samgonguskeiðið er hálvrunnið


Skrivað hevur Bjarni Djurholm 02.09.2017 - 19:17

Lýsing Lýs her...

Sosialistiska samgongan, alternativið til allan politikk, er farin undir seinnna – og vónandi seinasta hálvleik í drúgva tíð

Táverandi andstøða var lýst sum tey, sum koma skuldu – skuldu bjarga samfelagnum undan eyðræning, niðurlaging og forfalli.

Andstøðumiðlar brúktu hvørt høvi at greina og tulka allar ólukkurnar, sum sambært teimum høvdu rakt Føroya Fólk – og at víðskygda, rúmliga og hjartagóða politiska alternativið stóð í durinum – tilreiðar at bjarga fólki og samfelagi undan ósannindum, ráni og stuldri av ogn Føroya Fólks.

Hóast allan larmin og markleysa miðlahjálp, so megnaði andstøðan kortini bara at mynstra minst møguliga meirluta tá avtornaði – 16 pluss eina leysa kanón(inu).

Helvtarteinurin er nú farin um sýn og hvat er so komið burturúr??

Tøgnin

Valskeiðið frammanundan vóru boðin greið, flatskatturin skuldi rullast aftur, forskattingin av pensiónunum avtakast, “gølu”-fíggjarpolitikkurin skuldi á beint o.s.fr.

Hvat hendi? Einki, deyðatøgn – og eingin spyr.....

Orsøkin var eyðsýnd. Inntøkurnar skolaðu inn í lands- og kommunukassarnar og hallið í fíggjarlógini var burtur við ársskiftið 2015/16 (var ikki Viðareiðistunnilin framskundaður) – aftaná eitt hall á góða ½ milliard, tá undanfarna samgongan tók við í 2011.

Ein søguliga væleydnaður borgarligur politikkur, har bara hendinga lond kundu matcha okkara framúr búskapargongd.

Arbeiðsloysið var minkað úr 7% niður í góð 2% í sama tíðarskeiði - Europarekord.

Á vinnuøkinum gekk sum eftir ánni. Fiskimálaráðharrin hevði tryggjað okkum óvanliga góð rættindi á uppisjóvarøkinum og alivinnan gekk við strúkandi ferð - av útlendskum greinarum mett at vera heimsins besta.

Reinførið

Og so var tað treytaleysa nærlagnið, sannføri og reinlyndi, sum skuldu mynda politikkin – brot skuldu revsast á staðnum!

Hvat hendi? Einki, brot verða framd, eingin avleiðing – og eingin spyr.... Jú, forrestin, nú kannar onkur seg sjálvan uppá kvamsvís! Har hava altíð hini hava skuldina.

Mest komiska ella tragiska hoyrdist herfyri, har tingmaður noktaði at atkvøða fyri játtan til kanningarstjóra undir páskotinum, at landsstýrismaðurin ikki kundi funnið uppá at sagt ósatt, at landsstýrismaðurin er sannleikin og reinleikin?

Slíkur naivitetur og skerflatni gevur associatión til massapsykosuna: “Führer befiehl, wir folgen dir”.

Men kanska var hetta tøkkin fyri onkran politiskan rossahandil millum landstýrismann og varatinglimin?

Men sjálvsagt, hví annars órógva hugnan og kamuflasjuna?

Plagiat

Fólkavøkstur tók veruliga dik á seg í 2012/13 – eisini úrslit av rætta búskaparpolitikkinum.

Vit hava nú rundað tey 50,000 - fantastiskt, hóast Hagstovan í kilometraumrøðu í KvF alt valskeiðið tá boðaði frá, at vit um fá ár fóru av vera í mesta lagi 40,000 fólk í Føroyum. Hví spyr eingin um hasa (politisku) forsøgnina nú?

Hóast borgarliga samgongan helt aftur í almennu útreiðslunum, vóru eisini stórir batar á undirvísingar- og forsorgarøkinum.

Og soleiðis kundi verið hildið fram, sólskynssøgur omaná sólskynssøgur – tagdar burtur og lítisvirdar av táverandi andstøðu og andstøðumiðlunum, men nú plagiat og sjálvrós hjá teimum sum koma skuldu.

Reyp og skreyt

Tá sosialistiska tríeindin tók um stýrisvølin, gird av reypi, skreyti, lógvatøkum og flennan, var við spenningi bíðað eftir øllum, sum koma skuldi, men har hendi heldur einki.

Tað gekk jú sum eftir ánni, so nú bleiv bara hildið fram við tí politikki, sum frammanundan var speirikin og lítisgjørdur.

Ístaðin var farið at seta hópin av reformbólkum at skipa samfelagið av nýggjum. Neyðugt var at billa fólki inn, at nú skuldi blaðið vendast, at kollvelting var í sjónarringinum.

Og so bleiv annars leskað til høgru og vinstru í almennari útgjaring, fíggjað við nýggjum gjøldum á vinnu og borgarar.

Væl kamufleraður 9% almennur rakstrarvøkstur í 2016, sum onga viðmerking fær í miðlunum. Spennandi verður at síggja hvat almenni vøksturin verður í 2017, tá allar eykajáttanirnar verða taldar uppí. Hví sigur Búspaparráðið nú einki um ótálmaða rakstrarvøksturin?

Bara fuglar á tekjuni

Reformarnir blivu tað bera reyp. Á sjúkrahúsøkinum bleiv bara ein stjóri settur afturat, á pensiónsøkinum bleiv skorið av grundarupphæddini, á mentanarøkinum hendir einki, á fisikivinnuøkinum er alt ein hurlivasi, almannaøkið er púrasta blivið burtur (forrestin, hvat bleiv av pensionistahóttanini í 2040?) og á stjórnarrættarliga økinum er stjórnaskipanin, eins og fiskivinnunýskipanin, nú vorðin eitt samgongumál og ikki mál fyri allar flokkar á tingi.

Á vinnuøkinum skal alilógin kollveltast, hóast vit hava bestu alilóggávu í heiminum, á uttanríkisøkinum eru tær beru proklamatiónir – klædningar, slips, kransakøkur, ostur og sjampanja, men eingi úrslit. Alt fuglar á takinum, eingin í hondini.

Alt er vavt í ein ellubita, politiski hurlivasin hevur ikki verið størri í nýggjari tíð. Einki mál, eingin leiðsla, eingi úrslit - uttan tey, sum undanfarna samgonga legði lunnar undir.

Alt eru læntar fjaðrar, ja sjálvt nýggi handilssáttmálin við Turkaland var samráddur uppá pláss undir farnu samgongu, eins og tað var vinnunevndin, sum í 2014 slóðaði fyri komandi samhandli við Kina.

Nú manglar bara, at samgongan eisini fer at rósa sær av, at toskastovnurin aftur er í stórum vøkstri.....

Kaninur og apologetar

At fáa fólk at gloyma ússaligheitina og politiska rótið í summar vóru tvær politiskar kaninur hálaðar úr hattinum um ólavsøkuleitið – stjórnarskipanin og abort. Kanaliseringin hepnaðist. Miðlarnir lógu ikki á boðunum og fluttu beinanvegin fokus, so hurlivasin á fiskivinnuøkinum og í samgonguni annars bleiv gloymdur.

At tryggja løgmanni hoyringsalibi, hava síðani 120 (umbidnir) samgongu- og tjóðveldisapologetar sent løgmanni viðmerkingar um stjórnarskipanina.

Soleiðis larrar samgongan víðari. Alt er tað bera gluggapynt. Og miðlarnir tralla við.

Einasta “stór”-málið samgongan hevur gjøgnumtrumfað, var innbrotið í kirkjuna, sum ikki var samgongumál, bleiv sagt?!

Aksel og Trump

Hóast eyðsýndu politisku elendigheitina, so gongur løgmaður eins og Trump og boðar frá, at alt er so stórt og fantastiskt.

Hvussu ber tað til, at fjórða statsvaldið ongan áhuga hevur í at rannsaka og avdúka politiska humbukkið?

Er tað bara tøkkin fyri millióna meirjáttanina til KvF og so almenni stuðulin til ávísar privatar miðlar, sum orsaka journalistiska selektivitetin?

Ella er tað veruliga so galið, at vit soleiðis kunnu sanna danska orðtakið: “Dens brød man æder, dens vise man kvæder”?

Undarligt, at eingin spyr.

Lýsing Lýs her...